Tíðindi
31.01.2025
Sera evnarík børn kunnu enda við at gerast eftirbátur í skúlanum, sigur granskari.
– Tað er nógv granskað í evninum, sum hevur við børn við sera stórum menningarmøguleikum at gera, men lítið er gjørt við, hvat hendir teimum, tá ið tey eru vaksin, sigur Marie-Lisbet Amundsen, professari í sernámsfrøði á universiteti í Noregi.
Amundsen hevur saman við starvsfelagunum, Per Einar Garmannslund og Elisabeth Stang Lund, havt samrøðu við tíggju ung vaksin, sum hava hægri intelligens enn miðal.
Luttakararnir í granskingarverkætlanini eru funnir ígjøgnum felagsskapin Mensa. Fyri at kunna vera skrásett ella skrásettur í Mensa, skalt tú hava megnað eina intelligenstest, sum skrásetir seg millum tey tvey prosentini í fólkinum, sum hava hægst intelligens.
– Úrslitini vísa, at skúlagongdin hjá teimum, sum hava verið við í verkætlanini, ikki hevur verið góð. Tey eru ikki viðurkend ella virðismett fyri tað, tey eru og duga, heldur tvørturímóti, sigur Amundsen.
Avleiðingarnar hava verið, at evnarík børn mangan góvu upp ella bara góðtóku, at skúladagurin var eyðkendur av meiningsloysi og keðsemi. Hetta samsvarar við gransking, sum er gjørd áður í hesum evninum.
Menningarmøguleikar, sum ikki eru gagnnýttir
Men hvat ger keðsemi í skúlanum í trettan ár við hugin hjá menniskjanum at útbúgva seg víðari?
– Royndirnar frá skúlatíðini førdu til, at tey lærdu ikki at megna fakligar avbjóðingar seinni í útbúgvingarskipanini, sigur Amundsen.
Hon sigur, at tey rætt og slætt ikki hava ognað sær góðar hættir at læra, tí tey ikki hava fingið fakligar avbjóðingar í skúlanum.
«Eg lærdi ongantíð lesiteknikk. Eg minnist jú alt, so hví ikki læra lesiteknikk?” sigur ein av luttakarunum.
Granskararnir greiða víðari frá, hvussu tey vaksnu ungu minnast ein barndóm, har tey upplivdu, at tað var ein trupulleiki í skúlanum, at tey vóru so forvitin og íðin at læra og settu læraranum avbjóðandi spurningar.
Upplivingarnar, sum hava við skúlatíðina og læringina at gera, hava ávirkað teirra sjálvsfatan og motivatión.
– Hóast hesin bólkurin av næmingum fær góðar karakterir, kunnu tey avrika lítið og einki í skúlanum, tí tey ikki fáa ment sínar menningarmøguleikar fult út, sigur Amundsen.
– Hetta eru orkurík fólk, sum kanska enda sum arbeiðsleys, tí tey hava givið upp og upplivað máttloysi.
Tað verður mett, at millum 10 og 15 prosent av næmingunum í norska skúlanum læra skjótari enn javnaldrarnir. Tá eru tey, sum hava serliga góð evni at læra, eisini tikin við; tey eru umleið tvey-fimm prosent.
Evnarík børn uttanfyri
Marie-Lisbet Amundsen hevur nógvar royndir sum sernámsfrøðiligur ráðgevi og hevur granskað nógv í skúlaaftran ella óvanligari skúlafráveru. Ofta verða næmingar við trupulleikum at læra tiknir fram, tá ið talan er um skúlaaftran, sum fer fram í nógv ár. Men hvat við teimum, sum gevast at ganga í skúla rætt og slætt, tí tey uppliva einki at læra?
– Evnarík børn falla í stóran mun uttan fyri í skúlanum. Í hesi verkætlanini sóu vit, at tey flestu vóru givin púrasta, men at summi megnaðu at koma aftur í skúla, sigur Amundsen.
Næmingarnir, sum eru farnir undir hægri útbúgving, siga frá trupulleikum, tí teir eru ikki eru vanir at fáa mótstøðu, og tað gjørdi, at summi góvust við útbúgvingini. Ein brúkti sjey ár at stríða seg ígjøgnum útbúgvingina.
– Masteruppgávan gjørdist ein útbjóðing, eg ikki megnaði so væl. Niðurlagið gjørdist so stórt, at eg misti alt sjálvsálit, sigur ein.
Men tey, sum eru limir í Mensa, upplivdu tað sum nakað nýtt og spennandi at fara undir eina útbúgving, har fyrilesararnir hildu tað var stuttligt, um tey lesandi settu truplar spurningar.
– Tað vóru teir ikki vanir við. Vit, sum undirvísa, halda, at tað er stuttligt, tá ið tey lesandi seta spurningar, og vit kunnu reflektera saman. Men tann norski skúlin hevur ikki lagt upp fyri hesum. Skúlin er fyri miðalnæmingin. Tey, sum læra lætt, og tey, sum hava trupulleikar við at læra, falla uttanfyri, sigur Amundsen.
Granskingarverkætlanin vísir, at tað er ikki fyrr enn í arbeiðslívinum, at sumt kemur upp á pláss.
– Summir arbeiðsgevarar hava uppdagað, at tey kunnu brúka tey, sum hava serlig evni ella høgan intelligens, og tí hava tey fingið møguleikan at taka sær av serliga avbjóðandi uppgávum, sigur Amundsen.
At fevna øllum
So hvussu halda tey vaksnu fyrrverandi evnaríku næmingarnir, at dreymaskúlin sær út?
– Tey flestu tosa um størri møguleika fyri at hava ávirkan, sigur Amundsen.
Eitt uppskot, sum ofta kemur á borðið, er at lata næmingarnar leypa ein flokk ella tveir um fyri at fáa størri fakligar avbjóðingar. Tað kann vera ein loysn fyri tey, sum eru kensluliga og sosialt búgvin.
– Men tað er als ikki altíð, at evnarík børn eru tað. Mínar royndir sum sernámsfrøðiligur ráðgevi er, at tað ikki altíð er besta loysnin, sigur Amundsen.
– Næmingar við stórum menningarmøguleikum hava serlig evni, læra ógviliga skjótt og duga væl at loysa trupulleikar. Burtursæð frá tí eru tey líka ymisk, sum onnur børn eru.
Ístaðin fyri heldur hon, at tað eigur at vera meiri verkætlanargrundað arbeiði og næmingalagað undirvísing í skúlanum sum ein háttur at inkludera fleiri næmingar í læringini. Tá fær hvør einstakur møguleikan at fara í dýpdina við tí, viðkomandi vil, grundað á evni og áhugamál.
– Tað besta hevði sjálvsagt verið, um tað ikki vóru fleiri enn 20 næmingar í skúlastovuni í barnaskúlanum og 24 í miðnámi. Annars verður tað ein ómøgulig uppgáva sum lærari at næmingalaga undirvísingina uttan at fáa eyka orku inn í flokkin, sigur Amundsen.
Kanningin:
Fýra kvinnur og seks menn
Í aldrinum 25-45 ár
Trý hava ella eru í gongd við hægri útbúgving
Trý hava barnaskúla sum hægstu loknu útbúgving
Øll undantikið tvey hava arbeiði. Av teimum tveimum fær annað almannaveiting og hin er lesandi.
Kelda: forskning.no
Mynd: iStock