Tíðindi

Etniska bakgrundin ávirkar málið hjá børnum

Børn, sum hava útlendsk foreldur, annað ella bæði, brúka oftari enskar orðingar, sum verða sagdar sambært enskum málreglum, umframt ensk orð, tá ið tey samskifta við onnur børn. Tað kemur fram í MA-ritgerðini Ensk ávirkan, Useless ella Usefull, sum Rakul S. Frederiksberg hevur skrivað í sambandi við útbúgving sína í føroyskum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

11.09.2025

Vaksandi talið av tilflytarum og útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum ger, at tað í nógvum førum er neyðugt at tosa enskt, tá farið verður til handils, á matstovu og so framvegis. Til dømis knýtir tað at læra enskt fólk ikki bert saman við málinum, men eisini við enskmæltar mentanir. Enskt er vorðið eitt lingua franca í Føroyum eins og nógva aðrastaðni í heiminum. Hetta sæst m.a. við, at føroyingar tosa á enskum við tilflytarar, sum ikki skilja føroyskt. Tað skrivar Rakul S. Frederiksberg í MA-ritgerð síni á føroyskum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Í ritgerðini kannar hon málnýtsluna hjá 11-12 ára gomlum børnum í Føroyum, tá ið talan er um kotuskifti, lán og athall; kanningin byggir á samrøður og eygleiðingar, sum eru gjørdar í 2024. Í samrøðunum eru fimm gentur og ein drongur úr einum skúla, og sjey dreingir úr einum øðrum skúla. Øll eru fødd í 2012 og búgva í Eysturoy. Tvey av hvørjum kyni hava eitt ella bæði foreldur, sum eru vaksin upp aðrastaðni enn í Føroyum og tosa annað mál.

Etniska bakgrundin hjá børnunum, sum Rakul S. Frederiksberg hevur tosað við, ávirkar málið hjá teimum.

- Børnini, sum hava foreldur, sum bæði ella annað er útlendskt, brúka meiri athall og kotuskifti, og tað vísir, at málið, ið tey tosa við hús og í spølum og sosialum miðlum, ávirkar málnýtsluna nógv. Hetta reisir spurningin, um vaksandi talið av blandaðum og útlendskum familjum kann elva til, at føroyskt í framtíðini verður eitt blandingsmál, har bæði føroysk og ensk málskipan verða brúkt.

- Tann ávirkanin, sum eg síggi, sum er óføroysk við athalli, meti eg vera enska ávirkan, tí børnini annars tosa nógv enskt, læna, kotuskifta og siga seg brúka nógva tíð serliga at tosa á enskum á spølum og hyggja at enskum serium. Fleiri av børnunum, eg havi tosað við, brúka athall, men tað verður í stóran mun brúkt hjá teimum, har annað ella bæði foreldrini eru útlendsk. Tað sær sostatt út til, at børn við útlendskari bakgrund brúka meiri enskt í føroyskum enn hini.

Í ritgerðini tekur Rakul S. Frederiksberg eisini dømi úr yvirskrift, sum stóð á roysni.fo: Håkan tosar enskt við leikararnar – fyribils. Í staðin fyri at velja svenskt, sum er móðurmál hansara og eitt skandinaviskt mál, velur Håkan at tosa enskt við leikararnar. Hetta grundgevur hann við, at tað er umráðandi, at samskiftið er týðiligt.

- Hetta vitnar um, at føroyingar duga nóg væl enskt til gerandisligt og óformligt samskifti, og harvið eru føroyskir-enskir fleirmælingar. At føroysk børn og ung kotuskifta ímillum føroyskt og enskt vísir eisini, at føroyingar eru føroyskir-enskir fleirmælingar og assymetriskir fleirmælingar, tí fyrst læra vit føroyskt, síðani læra vit danskt og so enskt nøkur ár seinni. Børn læra enskt í skúlanum frá fjórða flokki, men tað er nógv, sum bendir á, at tey duga enskt áðrenn.

Nýtslan av enskum millum børn kann spakuliga elva til málskifti. Føroyskt er so mikið lítið mál, at tað er viðkvæmt og í eini serligari støðu.

- At tað gerast fleiri útlendingar í Føroyum, sum ikki duga føroyskt, kann eisini hugsast at broyta okkara mál, tí føroyingar velja ofta at tosa enskt við útlendingar, sum búseta seg í Føroyum, heldur enn at tosa føroyskt, soleiðis at útlendingarnir læra føroyskt. Og útlendingarnir eru so mikið nógvir í Føroyum, at vit hoyra enskt alla staðni, har vit koma. Vit hoyra eisini lærarar siga, at føroyskir næmingar tosa enskt við næmingar, sum koma aðrastaðni frá, heldur enn føroyskt. Tey tosa enskt, hóast tey verða ámint um at tosa føroyskt, helst tí tey halda, at tað er stuttligt ella kul at tosa enskt. 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni