Tíðindi
22.09.2025
Føroyskt er undir stórum trýsti, og tað bæði sæst og hoyrist millum næmingar í fólkaskúlanum.
Tað er eitt keðiligt rák, halda Hervør Jørgensen, Marjun Dánialsdóttir og Brá Reginsdóttir, sum eru lærarar í trimum ættarliðum og allar undirvísa í og á føroyskum.
Stundum tykist tað, halda tær, sum eru málsligu førleikarnir viknaðir við árunum. Í øllum førum í broyting, tí fleiri næmingar hava avbjóðingar og trupulleikar við móðurmálinum, siga tær og harmast.
– Móðurmálið eiga øll at duga, tí tað er tann grundvøllur, sum allur lærdómur hvílir á, sigur Hervør Jørgensen.
Tað kemur javnan fyri, sigur hon, at næmingar hvørki duga ella skilja føroysk orð, setningar og týdningar, sum hon ber fram í flokkinum.
Hon harmast um støðuna, men leggur dent á, at næmingar, sum ikki skilja, mugu tora at siga frá og spyrja, tí annars læra tey einki.
Serliga eru tað bendingar, sum næmingar í fólkaskúlanum stríðast við. Tað sæst millum annað í stílum og í skrivligum avrikum yvirhøvur, sigur hon.
Men hví er føroyskt broytt við árunum og málsligu førleikarnir viknaðir?
– Enskt hevur vunnið seg nógv fram seinastu árini, serliga í tøknini, á sosialum miðlum og í undirhaldi á ymsum stroymingartænastum. Tað merkist týðiliga í samrøðuni og í spæli millum børn og ung, og tað hevur havt stóra og vaksandi ávirkan, sigur Marjun Dánialsdóttir.
Hesum sjónarmiði tekur Brá Reginsdóttir undir við.
– Eg hoyri ofta børn í forskúlanum, sum eru um seks-sjey ára aldur, tosa og samskifta á enskum sínámillum og duga ikki føroysku orðini. Tað harmar meg, og tí leggi eg meg altíð eftir at spyrja børnini, um tey duga føroysku orðini. Ofta er svarið nei, tí tað gera tey ikki, og tað er stórt spell.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024.