Tíðindi
19.09.2025
Endurtakandi lesing er ein munadyggur háttur at fáa næmingar at mennast í tilgongdini at lesa raðið. Hetta er ein háttur, sum er skjalprógvaður at virka, og allir næmingar hava gagn av háttinum. Tó eru tað serliga teir næmingarnir, sum stríðast við at koma á lagið, sum hava størst gagn av hesum háttinum.
Pernille Frost hevur skrivað nógvar danskar lærubøkur, og hon er eisini lesiráðgevi. Hon arbeiðir miðvíst við at varpa ljós á fyribyrgjandi átøk, tá talan er um lesing, so orkan kann verða løgd í, at allir næmingar koma á lagið at lesa so skjótt til ber. Pernille Frost vísir á, at trupulleikin hjá nógvum nýggjum lesarum er, at teir brúka nógva orku at avkoda og kenna aftur hvørt einstakt orð:
”Avbjóðingin hjá teimum heilt nýggju lesarunum er, at teir brúka alla orkuna og ofta fleiri royndir at avkoda og kenna hvørt einstakt orð aftur. Tað hevur við sær, at lesingin verður sein og avbrotin, og lesarin hevur ilt við at minnast tað, sum hann lesur. Tað vil siga, at tað verður torført, um ikki ómøguligt, at skilja tað, sum verður lisið,“ sigur Pernille Frost.
Loysnin er endurtakandi lesing. Hesin hátturin er ógviliga munadyggur, gagnar øllum næmingum – ikki bara teimum, sum hava ilt við at læra at lesa.
Byrja einfalt
Tann einfaldasti hátturin av endurtakandi lesing er tann, har næmingurin brúkar lesivenjingartíðina til at lesa sama nýggja tekstbrot hart tríggjar ferðir í staðin fyri at lesa eitt nýtt brot.
“Næmingurin lesur so nógv, sum hann kann, upp á 5-10 minuttir. Síðan verður sama brot lisið tvær ferðir aftrat. Við at lesa sama brot aftur og aftur verður lesarin tryggari, og lesiferðin økist – og um torleikastigið á tekstinum passar til næmingin, verður triðja endurlesingin so mikið flótandi, at næmingurin skilur tað, hann lesur,” sigur Pernille Frost.
”Tá ið torleikastigið passar, verða tey flestu orðini “knekkað” í fyrstu gjøgnumlesingini. Seint, men sikkurt. Tá ið næmingurin nærum er komin ígjøgnum brotið aðru ferð, megnar hann at rætta ymsar villur, sum hann hevur lisið, og eftir triðju gjøgnumlesingina ber til at tosa við næmingin um, hvat hann hevur fingið burtur úr tí, sum hann hevur lisið,” sigur hon.
Tað hevur týdning, at næmingurin brúkar røddina í truplu avkodingini, og fyri ikki at villast millum orðini eigur fingurin at verða brúktur sum markørur har, næmingurin er komin til.
”Tá ið næmingar lesa sama brot aftur og aftur, kunnu teir tískil bæði avkoda og skilja ókendan tekst, sum er truplari enn teir annars megna. Hesin virkningurin er galdandi fyri allar næmingar sama hvat torleikastig teir megna at lesa,” sigur Pernille Frost og leggur aftrat, at tað harumframt hevur týdning, at teksturin er ókendur, soleiðis at næmingurin brúkar ljóðini í bókstavunum og raðfylgjuna hjá teimum til at lesa við:
“Um næmingurin kennir tekstin frammanundan, tí ein vaksin hevur lisið tekstin fyri honum, brúkar næmingurin orkuna til at minnast og gita. Ein síðuvinnurin er, at næmingurin lærir at fara inn í ókenda tekstin við góðum treysti,” sigur Pernille Frost.
Næsta málið: sjálvvirkandi avkoding
Tá ið næmingar kenna allar bókstavirnar og hava lært, hvussu teir kunnu brúka bókstavirnar at lesa við, er næsta málið sokallaða sjálvvirkandi ella automatiseraða avkodingin.
”Tað er tá, at næmingarnir fáa kensluna av at hava tikið risafet, tá ið talan er um at menna lesiførleikar. Skjótt megna teir at skráseta raðfylgjuna av bókstavum og nøkulunda samstundis kenna teir orðið aftur, men vegurin hartil krevur støðugt arbeiði og tol. Automatiseringin hendir orð fyri orð, mánað fyri mánað. Men tá ið hetta er av, megna næmingarnir at lesa aldurssvarandi tekst trygt og uttan trupulleikar – samstundis sum teir skilja tað, teir lesa,” sigur Pernille Frost.
Ein serligur bólkur er tó í vanda fyri ongantíð at koma í gjøgnum automatiseringstilgongdina. Tað eru næmingar, sum frá byrjan avkoda ótrygt. Tað hevur við sær, at royndirnar, teir gera sær við ljóðunum, miseydnast, ella at teir ofta “lesa” skeivt orð. Næmingar, sum avkoda minni enn 70% rætt, eru í vanda fyri at ikki at avkoda automatiskt – hóast teir venja lesingina ofta.
”Teir kunnu stríðast í áravís við ljóðunum uttan at fáa kensluna av framgongd, og teir koma als ikki í mál, tá talan er um at skilja tað, teir lesa. Tá tekstirnir í skúlanum gerast meiri og meiri avbjóðandi ár fyri ár, og motivatiónin fyri at lesa samstundis dalar, kann hetta longu frá byrjan vera álvarsamir avkodingartrupulleikar. Endurtakandi lesing kann loysa trupulleikan hjá ógviliga ótryggum lesarum,” sigur Pernille Frost.
Endurtakandi lesing gagnar øllum næmingum
Tað er skjalprógvað, at endurtakandi lesing er gagnlig í longdini – hon ger, at lesarin lesur tryggari, skjótari og skilir tekstin. Tá ótryggir lesarar hava roynt hetta nakrar mánaðir, verður heildarmyndin so mikið góð, at lesarin nærkast automatisering.
”Tryggari næmingarnir avkoda tekstin, skjótari hendir automatiseringen. Og við automatiseringini veksur lesiferðin, til næmingurin avkodar so mikið væl, at hann samstundis skilir tað, hann lesur. Næmingar, sum longu tíðliga duga væl at avkoda tekstin, mennast eisini, bæði tá talan er um lesiferð og lesifatan. Tey fáu, sum lesa trygt og skjótt, kunnu menna fatanina, tá ið tey lesa sama tekst aftur,” sigur Pernille Frost.
Sambært Pernille Frost er tað “tíbetur” næmingarnir, sum hava størstu avbjóðingarnar, sum fáa størst gagn av at lesa sama tekst aftur og aftur; teir kunnu gerast tryggari og skjótari lesarar eins og teir eisini fata tekstin betur. Tá ið vit kunnu siga, at allir næmingar hava gagn av hesum háttinum, kann hann brúkast longu frá byrjanini av fyrsta flokki.
Tá ið teir skjótastu næmingarnir eru komnir rættiliga á lagið, tá ið talan er um avkoding, lesiferð og lesifatan, er óneyðugt hjá teimum at lesa tekstin aftur og aftur. Hinir kunnu halda fram, til teirra lesing er komin á lagið.
Soleiðis fert tú í gongd:
· Gev øllum næmingunum eina lesibók, sum teir kunnu sita og lesa sjálvir í. Tað er, at næmingurin kann “knekka” øll orð, hóast nógv orð krevja, at hann roynir aftur og aftur.
· Dagins tekstur skal vera ókendur, og eingin skal hava lisið hann fyri næminginum.
· Næmingurin lesur við síni rødd og við at hava ein fingur á regluni ella orðinum, hann lesur.
· Næmingurin lesur so nógv, sum hann nær upp á til dømis 10 minuttir. Aðru ferð tekur tað kanska sjey minuttir og triðju ferð fimm minuttir.
· Set næmingin at lesa sama tekst heima aftur og aftur og kunna foreldrini um endurtakandi lesing, og hvat endamálið er við hesum háttinum at læra.
Kelda: alinea.dk
Savnsmynd