Leys størv
Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum skúlastjóra, sum hevur áhuga, førleika og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd og at ganga undan í námsfrøðiligari og fakligari menning í føroyska fólkaskúlanum.
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virkseminum á skúlanum. Umframt kveikjandi at leiða skúlans virksemi og starvsfólk, gongur leiðarin undan í góðum samstarvi við myndugleikar og heim. Áhugi og hegni at vera í leiðslu- og í lærarayrkinum er ein fyritreyt fyri at trívast og hepnast í starvinum. Skúlastjórin er bæði leiðari á skúlananum og hevur undirvísingartímar.
Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám.
Skúlastjórastarvið í Sumbiar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. september 2025 ella skjótast gjørligt.
Í Sumbiar skúla eru áleið 33 næmingar innskrivaðir í 1. - 7. flokki skúlaárið 2025/26. Umframt skúlastjóran starvast fýra starvsfólk í skúlanum. Møgulig tíðaravmarkað størv kunnu eisini vera.
Ábyrgd og førleiki
• leiðarin gongur á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• leiðarin virkar fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans
• leiðarin fremur gott samstarv millum skúla og heim og eggjar næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
• leiðarin virkar fyri virðing fyri skúlanum og umstøðum hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• leiðarin fremur eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virkar fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
• leiðarin skal hava førleika at leiða og taka neyðugar avgerðir, at virka fyri trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi
• leiðarin umsitur fíggjar- og rakstrarstýringina á skúlanum
• læraraútbúgving og viðkomandi starvsroyndir er krav
• Tann, ið settur verður, skal hava leiðsluútbúgving ella fara undir útbúgving innan leiðslu.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Sumbiar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað sambært semju millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 33.1 ella 34.1, treytað av næmingatali skúlans pr. 1. september 2025.
Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 22. august 2025 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið, Postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti:
undirvising@uvs.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057. Undirvísingarstýrið er eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo