Tíðindi
25.06.2025
Alt sum evnir røkjast,
tey økjast
Tíðliga skulu góðir krókar krøkjast.
Vit hoyra tey javnan, men gáa kanska ikki stórvegis um týdningin.
Fáu orðini og stuttu setningarnir, sum tilsamans bera heitið orðatøk, eru væl kend og stundum nógv brúkt.
Orðini omanfyri verða ofta borin fram og endurgivin sum eitt orðatak, men stava upprunaliga úr yrkingini Smálombini spæla eftir Mikkjal á Ryggi. Onnur orðatøk eru óivað betri kend og meiri brúkt í dagligari talu, summi meiri slitin enn onnur.
Men kunnu orðatøk nýtast í undirvísingini í skúlanum?
– Ja, avgjørt, sigur Páll Isholm, lærari á miðnámi á Kambsdali, sum hevur skrivað fleiri bøkur um orðatøk og ofta nýtir orðatøk í undirvísingini.
Hann vísir á, at orðatøk eru ógviliga væl egnað sum undirvísingartilfar og liva fult upp til námsætlanina í føroyskum, tí orðatøk nerta við fleiri týðandi málsligar og bókmentaligar tættir. Eitt nú við mál og mállæru. Til dømis, tá ið næmingar skulu læra at greina ítøkiligar orðaflokkar og setningar, til dømis høvuðssetningar og eykasetningar. Talan kann eisini vera um rím og rútmu, um endurtøkur og um myndamál. Og so er tað ein fyrimunur, at talan er um stuttar setningar. Tað ger, at orðatøkini eru lætt atkomulig, og øll kunnu vera við.
– Eitt orðatak kann vera lykilin til mállæruna og skaldskapin. Men tað kann eisini vera krókurin hjá næminginum og ein góð byrjan, tá ið stílur ella annar tekstur skal skrivast, greinast og viðgerast, sigur Páll Isholm.
Hann heldur, at orðatøk eru væl egnað til næmingar í øllum aldursbólkum, líka frá innskúling, miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum til næmingar á miðnámi.
– Mínar royndir eru, at næmingarnir taka væl ímóti orðatøkum, sigur hann.
Hann leggur dent á, at tað ber til at arbeiða við orðatøkum upp á so nógvar ymiskar mátar. Til dømis kunnu slóðir eltast málsliga og skaldsliga, men eisini um farið verður ta meiri skapandi, listaligu og undirhaldandi leiðina. At yrkja og skriva sjónleikir til dømis. Ella tá ið talan er um tær handaligu lærugreinirnar at tekna og brodera orðatøk ella at snikka sær okkurt saman í træsmíði. Orðatøk kunnu nýtast í breiðastu merking, og tað er ein greiður fyrimunur, heldur Páll Isholm.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 3, 2025.