Tíðindi

Einki er meiri umráðandi enn lærarin

Stríðið hjá íslendska lærarafelagnum fyri hægri løn til sínar limir og virðing fyri yrkinum hevur staðið ovast á breddanum í formansskeiði Magnus Þór Jónssonar. Hann heldur, at yrkið er tað besta, og lærarin hjartaslátturin í einum og hvørjum samfelag. Síðst í apríl var hann gestarøðari á aðalfundi Føroya Lærarafelags.

19.06.2025

– Lærarin er hjartaslátturin í samfelagnum og skal tí lønast hareftir.

Tað sigur Magnus Þór Jónsson, formaður í íslendska lærarafelagnum, Kennarasamband Íslands.

Síðst í apríl var hann í Føroyum og gestarøðari á aðalfundi Føroya Lærarafelags.

Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum í samrøðu við Skúlablaðið.

– Einki er meiri umráðandi enn lærarin, sigur hann.

Tí er íslendska lærarafelagið farið í hernað til tess at tryggja lærarum hægri løn, betri kor og virðiligari umstøður at virka undir. Og tað er ikki farið aftur við borðinum uttan svørðslag, tí í vetur var íslendska lærarafelagið í drúgvum og umfatandi verkfalli.

Politiski myndugleikin má vakna, heldur formaðurin í Kennarasambandi Íslands.

– Lønin er ein ógviliga týðandi og púra avgerandi partur í royndini at vinna lærarum virðilig kor og neyðuga virðing millum manna, sigur hann. 

Hann vísir á, at fleiri fakbólkar í Íslandi í nógv ár hava ligið á einum munandi hægri lønarlagi enn lærarar. Tí var neyðugt at fáa lønina upp, sigur hann.

Tað eru kommunurnar í Íslandi, sum varða av fólkaskúlanum, og nógvstaðni um landið er tað ein stórur trupulleiki at fáa lærarar, serliga útbúnar og faklærdar lærarar. Somuleiðis er tað ein hóttan fyri skúlan, at verandi lærarar verða drignir at hægri løn og betri umstøðum í størvum uttan fyri skúlan.

Tí hevur Magnus Þór Jónsson meiri enn eina ferð heitt á kommunurnar og á politikararnar um at hækka lønarlagið hjá lærarum munandi, so skúlin stendur mát við ynskini og krøvini í samfelagnum.

Sambært eini uppgerð er fimti hvør fólkaskúlalærari í Íslandi ófaklærdur, og tað hevur ávirkan á samlaðu góðskuna í frálæruni. Tí hevur felagið sett ferð á eina lýsingarherferð, ið skal eggja ungum í Íslandi at fara undir útbúgving sum lærari.

Íslendska lærarafelagið er øðrvísi sett saman enn Føroya Lærarafelag. Um aldamótið tóku fleiri feløg seg saman í eitt størri samstarv. Tilsamans sjey limafeløg, sum umboða á leið 12.000 limir, eru í Kennarasambandi Íslands. Tey umboða fólkaskúlalærarar, lærarar á miðnámi, lærarar á tekniskum skúlum, lærarar á musikkskúlum og lærarar og námsfrøðingar á dagstovnum. Bara háskúlalærarar eru ikki við í breiða samstarvinum.

Magnus Þór Jónsson heldur, at tað er ein fyrimunur og ein styrki, at felagið er sett saman av einum so breiðum skara.

– Saman standa vit sterkari, og okkara rødd verður hoyrd og lurtað eftir, sigur hann.

Tað er tó ikki bara lønin, sum er av stórum týdningi, heldur hann.

– Skúlin er grundvøllurin í okkara samfelag. Tí eiga vit alla tíðina at seta okkum spurningin, hvat fyri skúla vit ynskja okkum í framtíðini, og hvør uppgávan og leikluturin hjá læraranum skal vera. Tað er stór avbjóðing at fáa skikkaðar næmingar úr skúlanum, ið standa seg í samfelagnum. Ta uppgávuna eiga vit sum samfelag at lyfta í felag, og skúlin er ein týðandi partur av hesum arbeiði, sigur hann.

Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2024, sum just er komið. Ólavur Frederiksen hevur tikið myndina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni