Tíðindi
15.08.2025
Mitt í juni hevði eg saman við øðrum granskarum úr netverkinum NO!SE* høvi at vitja Næstved Fri Skole – ein frískúla, har demokratiskt dannilsi og barnarættindi ikki bara eru hugtøk í eini politiskari strategi, men gerandis veruleiki. Tað var ein vitjan, sum gav okkum nógvar nýggjar tankar um, hvussu skúlar kunnu arbeiða við ábyrgd, felagsskapi og etiskum refleksiónum í verki.
Ein skúli við fokusi á ábyrgd og felagsskap
Næstved Fri Skole er ein lítil skúli, har næmingarnir eru vanir at hava eina rødd og ábyrgd í síni egnu skúlagongd. Skúlin byggir á frískúlatraditiónina, har dentur verður lagdur á sjálvsálit, sjálvstøðugt hugsandi børn og eina sterka felagsskaparkenslu. Tað er ikki ein skúli, har børn bara verða lærd at fylgja boðum – men tey verða lærd at taka ábyrgd fyri felagsskapinum, tey eru partur av.
Ein rættarskipan ment í felag
Tað, sum tó serliga gjørdi inntrykk á okkum vitjandi, var teirra arbeiði við eini skúlarættarskipan, sum er ment og røktað í einum opnum samstarvi millum næmingar og starvsfólk. Skipanin byggir á virðini um felags ábyrgd, luttøku og samrøðu – og hevur sum høvuðsendamál at læra børnini um rættvísi, viðgerð av konfliktum og týdningin av at verða hoyrdur.
Hetta er ikki ein myndugleikastýrd revsiskipan, sum bara hevur til endamáls at geva revsing fyri brot á reglur. Tvørturímóti er skipanin ein pedagogisk læringstilgongd, har næmingar læra at eyðmerkja kenslur, seta orð á egnar handlingar og skilja samanhangin millum atburð og avleiðingar.
Soleiðis gongur ein kæra fyri seg
Í verki merkir tað, at um onkur brýtur eina reglu, so kann tann parturin, sum er fyri brotinum, skriva eina kæru og lata hana inn. Tað kunnu bæði næmingar og lærarar gera. Síðani verður kæran tikin upp á einum rættarfundi, har næmingar sjálvir eru partur av rættarnevndini. Hetta hevur fleiri týdningar: Børnini læra um ábyrgd, um empati og um týdningin av rættvísi.
Tá ein fylgja skal avgerast, verður næmingurin, sum hevur brotið regluna, ofta spurdur, hvat hann sjálvur heldur vera rímiligt. Skúlaleiðarin fortaldi okkum, at tað mangan er júst tann revsingin, sum verður latin, sum næmingurin sjálvur mælir til. Men onkuntíð eru børnini ov hørð ímóti sær sjálvum – og tá koma lærarar og skúlaleiðari inn og tryggja, at avleiðingin verður hóskandi og lærandi heldur enn óneyðuga hørð.
Niðanfyri eru dømi um nakrar av reglunum:
Rættarfundur
• R-1: Endamálið við avleiðingum er at verja demokratiska skipan skúlans og at menna ábyrgdina hjá einstaklinginum.
• R-2: Bara tann, sum hevur skrivað eina kæru, kann strika hana.
• R-3: Um ein kæra verður latin inn, verður avleiðingin sett úr gildi, til Retso hevur viðgjørt hana (Retso er ein hægri dómstólur).
• R-4: Retso er skipað av øllum fundarleiðarum og lærarum, ið eru partur av rættarfundinum.
• R-5: Størri mál (G-9 kærur) verða send víðari til Retso til endaliga viðgerð.
• R-6: Ein kæra kann einans útsetast, um lærarin í viðkomandi tíma biður um tað.
Pokemon-reglur
• Tað er bert loyvt at hava Pokemonkort við fríggjadagar.
• Tað er ikki loyvt at býta kortini uttan at hava avtalað tað frammanundan, og tú kanst bara býta kort móti korti.
• Tú kanst angra eitt býti innan 24 tímar.
• Tey eldru næmingarnir hava serskilda ábyrgd at tryggja, at yngri børn ikki verða snýtt.
Hølisreglur
Eisini eru greiðar reglur fyri, hvussu børnini skulu brúka felags hølir, so øll kenna seg væl:
• Í stillarúminum er bert loyvt við at tosa spakuliga saman.
• Í øðrum rúmum er vanligt samtalustøði loyvt; tað er ikki loyvt at renna.
• Allir næmingar skulu rudda upp eftir sær, áðrenn tey fara úr einum rúmi.
Læring fyri lívið
Tað, sum stóð klárt eftir vitjanina, var, hvussu nógv børnini á Næstved Fri Skole læra um ábyrgd, samfelagslív og demokrati – heilt frá ungum aldri. Skipanin gevur børnunum eina djúpa fatan av, at teirra handlingar hava avleiðingar – ikki bara fyri tey sjálvi, men fyri allan felagsskapin.
Hetta er eitt inspirerandi dømi um, hvussu skúlar kunnu arbeiða við demokratiskum dannilsi og sosialari ábyrgd, og hvussu børn kunnu verða tikin í álvara sum virknir medborgarar, longu frá barnaárum.
NO!SE merkir Network Of Independent Scholars (in) Education – eitt netverk av sjálvstøðugum granskarum.