Tíðindi

Eftirútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

Treytað av nøktandi luttøku fer Námsvísindadeildin at skipa fyri eftirútbúgvingartilboðum lestrarárið 2018-19

23.02.2018

Talan verður um bæði linjugreinalestur og ískoytisútbúgving til bachelor og í báðum førum fyri bæði námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

Linjugreinarnar, sum telja millum 30 og 45 ECTS, eru vanliga býttar upp skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum, sum linjugreinarnar eru settar saman av.

Henda undirvísing fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini. Lestrarárið 2018-2019 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar: Enskt, Danskt, Tónleikur, Smíð, Samfelagsfrøði og søgudidaktikkur, Lívfrøði, Støddfrøði

Fyri námsfrøðingar: Smábarnafrøði, Heilsa, kroppur og rørsla, Kreativt námsfrøðiligt virksemi

Fyri lærarar og námsfrøðingar: Skúlabúgving/innskúling, sernámsfrøði

Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í trimum modulum: vísindaástøði, fakligt modul og bachelorverkætlan. Undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

Meira kunning um skeiðsreglur, umsóknarfreist, kostnað o.a. fæst her:

https://setur.fo/utbugvingar/adrar-utbugvingar/eftir-og-iskoytisutbugvingar/namsvisindadeildin/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni