Tíðindi
23.05.2025
Tað er ikki longur lógligt hjá børnum og ungum yngri enn 18 ár at tulka, um foreldrini ella onnur í familjuni hava brúk fyri tulki í sambandi við eitthvørt munnligt samskifti við almennar myndugleikarnar. Tað hevur ein stórur meiriluti í Fólkatinginum gjørt av við nýggjari lóg.
Forboðið hevur við sær, at børn og ung ikki longur sleppa at tulka í ymsum støðum, eitt nú tá ið samrøður eru millum lærarar og foreldur, í arbeiðsformidlingum ella í heilsuverkinum. Forboðið er galdandi tvørtur um tann almenna og privata geiran – millum annað á øllum økinum, sum við børn og ung at gera, tá ið talan er um undirvísing, dagstovn, heilsu og annars innan fyri tað sosiala í breiðastu merking.
”Tað snýr seg um at taka børn og barndómin hjá teimum í álvara. Tað er ikki rímiligt, at børn skulu hava ábyrgdina at tulka í truplum samrøðum um alt frá hjúnaskilnaði til sjúku og fíggjarviðurskifti. Tann ábyrgdin hoyrir heima hjá vaksnum – og myndugleikunum. Vit hava valt at hugsa um børnini,” sigur Mattias Tesfaye, undirvísingar- og barnaráðharri í Danmark.
Lógarbroytingin er komin í kjalarvørrinum av eini avtalu frá 2022 millum stjórnina og ein breiðan meiriluta í Fólkatinginum, sum átta flokkar standa aftanfyri. Forboðið rúmar kortini møguleikan fyri at gera undantøk í bráðstøðum ella tá ið talan er um vanligar tulkiuppgávur, sum ikki eru merktar av viðkvæmum upplýsingum. Tað er altíð starvsfólkið, sum hevur ábyrgdina, ið ger av, hvørt tað er ráðiligt at lata ung yngri enn 18 ár tulka.
Kommunurnar fara ikki at fáa fíggjarligt endurgjald sum avleiðing av lógarbroytingini, tí tað er frammanundan ábyrgdin hjá kommununum at tryggja, at samskiftið millum borgarar fer fram uttan at brúka børn sum tulk.
Forboðið varð samtykt 6.mai og kemur í gildi 1.juli 2025.