Tíðindi
05.08.2025
Í einum lítlum oyggjarsamfelag, sum vit eru, og við einum móðurmáli, sum áleið 70.000 tosa, hevur tað sera stóran týdning, at vit geva barnabókmentir út, sum eru skrivaðar á móðurmálinum ella týddar til móðurmálið. Hetta er nakað, sum vit onkursvegna taka fyri givið, men framyvir eiga at reypa meir um.
Var á summarskeiði við lærarum úr øllum Norðurlondunum fyri stuttum. Í einum kaffisteðgi varð tosað um, hvørjar ognir ymsu lærarafeløgini áttu. Fleiri vístu á ognir so sum íbúðir, hotell v.m. Eg greiddi so frá, at vit eiga Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greiddi frá virkseminum, og hvussu alt hekk saman. Brádliga fór prátið frá at snúgva seg um flottu hotellini, til týdningin av, at eitt lærarafelag gekk fremst í arbeiðinum at geva út barnabókmentir. Ognirnar hjá hinum feløgunum kunnu gerast upp í krónum og oyrum, men tað kann ognin hjá okkum ikki. Hon er so virðismikil, at hetta heilt einfalt ikki ber til.
Síðan 1956 hevur Bókadeildin verið virkin. Og síðan tá hevur hon verið til gleði fyri mong børn, foreldur og ikki minst lærarar, tí Bókadeildin er partur av grundleggjandi málsligu, mentanarligu og søguligu menningini í Føroyum. Hesum kunnu vit vera stolt av. Tað, at eitt so lítið forlag gevur út ímillum 80 og 90 bøkur árliga á føroyskum máli, er fantastiskt. Tað er lívsneyðugt. Men hetta ber bara til, tí vit hava ágrýtin fólk í starvi. Rithøvundar, týðarar, bókmentaliga nevnd, ritstjórar og leiðslu.
Barna- og ungdómsbøkurnar, sum verða útgivnar, koma út á tí máli, sum tey eru von at brúka til samskifti. Hetta styrkir lesifatan, orðfeingi og gevur eitt lætt innlit í tað, ið bøkurnar veruliga viðgera. Tað ber til at kenna seg aftur tí, sum er skrivað og fáa gerast tey tilvitað um egið mál og egnan samleika.
Møguleikin at lesa á móðurmálinum ger tað eisini lættari at læra at lesa fremmandamál, skilja samanhang og at hugsa sjálvstøðugt. Í eini tíð, har føroyska málið veruliga er hótt av enska málinum, sum børnini og tey ungu hvønn dag hitta á sosialum miðlum og telduspølum, er tað serliga týdningarmikið, at vit hava eitt væl virkandi bókaforlag, sum gevur teimum møguleikan at menna og styrkja móðurmálið.
Vit hava eina felags ábyrgd at tryggja føroyska málið og at tryggja okkum, at Bókadeildin framyvir kann geva hesar 80-90 bøkurnar út árliga.
Við at stuðla arbeiðinum, sum Bókadeildin ger, taka vit eina avgerð um at vit velja føroyska málið, stuðla føroyskum rithøvundum og týðarum og tryggja okkum samstundis, at hesi vilja og ynskja at halda á at gera tilfarið okkum øllum at frama. Tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum – tað krevur hugflog, ábyrgd og dirvi.
Vit hava øll rætt til møguleikan at vaksa upp við bókmentum, sum eru á móðurmáli okkara, tí tað styrkir okkara samleika, málsliga vit og persónligu menning.
Hetta er tilfar, sum vit, allir lærarar, njóta væl av hvønn dag í skúlanum og heima; hetta er við til at skapa okkara framtíð.