Tíðindi
20.06.2025
Í Skúlablað nr 2 í vár er samrøða við trý ættarlið av lærarum, Hervør Jørgensen og Marjun Dánialsdóttir, ið eru móður og dóttur, og Brá Reginsdóttir, dóttir Marjuna. Tær hugleiða í samrøðuni rundan um tað at vera lærari og lærarayrkið.
Hví valdi tú at gerast lærarar?
Eg byrjaði á Læraraskúlanum síðsta summar. Bæði mamma og pápi eru útbúgvin lærarar, og eg havi sæð nógv upp til teirra. Sum barn helt eg tað vera stuttligt, at bæði foreldrini undirvístu í skúlanum, og eg havi havt mammu sum lærara í onkrari lærugrein. Tað dámdi mær væl, og eg veit, at tað hevur havt stóra ávirkan á, hvussu eg sjálv leggi undirvísingina til rættis sum vikarur í forskúlanum á Fløtum. Tað hevur altíð verið nógv læraraprát heima hjá okkum, og eg haldi, at tað er ein fyrimunur hjá mær sum lesandi, at eg havi foreldur at styðja meg til, ið hava lisið á Læraraskúlanum og kunnu veita góða og holla vegleiðing. Hinvegin fellur yrkið mær lætt, og eg havi altíð ynskt mær at sleppa at arbeiða við børnum og ungum, sigur Brá Reginsdóttir.
Í hvønn mun halda tit, at yrkið gongur í arv og er treytað av ílegum og evnum?
Eg veit ikki. Eg havi so mangan hoyrt onnur siga, at tað eru so nógvir lærarar í okkara familju, at tað var bara ein spurningur um tíð. Tað hevur uttan iva spælt ein leiklut, men avgerðina havi eg sjálv tikið. Onkuntíð havi eg verið í iva, men til síðst var eingin ivi í míni sál um valið, sigur Brá Reginsdóttir.
Hvat dámar tær yrkið sum lærari?
Marjun: Tað er eitt ógviliga spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv at vera lærari. Børn eru so ómetaliga fitt og dugnalig, og tær allarflestu løturnar í skúlanum eru góðar. Tó koma tungar løtur fyri, men sum heild eru tær góðu løturnar nógv fleiri. Tað er altíð stuttligt og lívsjáttandi at møta fyrrverandi næmingum aftur og hoyra, hvussu tað gongst teimum í lívinum. Í hádeild merkist, at næmingarnir eru tannáringar og í broyting. Tá kann stundum vera neyðugt og skilagott at stinga fingurin í jørðina og taka pulsin í flokkinum. Samstarvið við foreldrini er eisini broytt munandi við árunum og hevur fingið nógv størri týdning.
Hervør: Mær hevur altíð dámað yrkið væl, men broytingarnar hava verið nógvar gjøgnum árini. Tíðin í dag kann ikki samanberast við tíðina fyrr. Serliga havi eg gáað eftir, at gjógvin millum lærarar og næmingar var nógv størri fyrr og er minkað burtur í einki. Fyrr vóru lærarar í einum parti og næmingarnir í einum øðrum, men í dag eru øll í sama parti og hava felags mál um trivnað og góða læring í skúlanum. Tað er avbera gott og eitt stórt framstig og hevur við sær, at fleiri næmingar tora at rætta hondina upp og seta spurningar til læraran og út í flokkin. Og tað er mennandi og fremjandi fyri bæði næmingin og undirvísingina.
Brá: Eg kann ikki rættiliga tosa við um broytingar og munin millum fyrr og nú. Men eg veit, at á Læraraskúlanum verður stórur dentur lagdur á trivnað og relatiónina ella sambandið við næmingin og týdningin av at skapa eina so góða og fjølbroytta undirvísing sum gjørligt. Tað er eingin ivi um, at trivnaðurin er í hásæti.
Freistin at søkja inn á læraraútbúgvingina er 1. juli. Freistin at søkja inn umvegis kvotu 2 er farin. Tey, ið fara undir læraralestur, skulu hava staðið bókligt miðnámsprógv (t.e. gymnasialt miðnám), og tey skulu hava havt føroyskt á A-stigi og støddfrøði á C-stigi.
Innihald, skipan av útbúgvingini, starvsmøguleikar og mangt annað er væl lýst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum: https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/folkaskulalaerari
Tað ber eisini til at venda sær til lestrarvegleiðararnar á Námsvísindadeildini Irenu Tróndheim ella Paulinu Poulsen at fáa nærri kunning, ella við at venda tær til Rúnu í Skála, útbúgvingarleiðara.
Hevur tú hug at søkja inn á læraraútbúgvingina, skalt tú gera tað umvegis Vangan.
Umsóknarskjalið er her: