Tíðindi

Broytingar í fólkaskúlalógini

Ætlanin var eisini at stytta skúladagin, men tað kom ikki við í endaliga uppskotið orsakað av ov nógvum óvissur. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

13.05.2025

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Djóni Nolsøe Joensen, legði í marsmánaði uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini fram á tingi. Talan var um nógvar og rættiliga stórar broytingar. Broytingarnar snúðu seg m.a. um skipan av lærugreinum, skipan av bygnaði fólkaskúlans, tal av undirvísingartímum, skúlaøki, skúlasamband og inklusjón. Eftir fyrstu viðgerð bleiv eitt broytingaruppskot gjørt, sum so bleiv samtykt við aðru og triðju viðgerð.

Ein broyting er, at fólkaskúlin frameftir verður skipaður í tríggjar deildir: grunddeild (1.–3. flokkur), miðdeild (4.–6. flokkur) og hádeild (7.–9. flokkur). Broytingin kemur í gildi frá skúlaárinum 2028/29, tá ið 7. flokkur verður partur av hádeildini. Tó kunnu skúlar, sum í løtuni hava 7. flokk, eisini hava 7. flokk í framtíðini, um kommunan á staðnum vil tað. Lógin ásetur, at skúlin, har næmingarnir ganga í 7. flokki, og skúlin, har næmingarnir skulu flyta til, skulu hava eitt skipað samstarv.

Ein onnur broyting er, at skúlar kunnu umskipa undirvísingartímar. Í løtuni er skipanin tann, at til ber at umskipa tveir tímar undir ávísum treytum. Broytingin, sum nú er gjørd, ger tað gjørligt hjá skúlum frá komandi skúlaár at brúka 5 tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinar innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Tó skal hetta ikki takast av  undirvísingartímatalinum  í  sangi,  tónleiki og  øðrum  lærugreinum  innan handaverk og list ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna.

Í upprunauppskotinum var orðið inklusjón sett inn í endamálsorðingina í fólkaskúlalógina, men tað bleiv strikað og kom ikki við í endaliga uppskotið. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa, hvat tað merkir fyri fólkaskúlan at hava ein inkluderandi fólkaskúla. Tilmælið skal vera klárt í summar, og tí mælir mentanarnevndin til at bíða við hesi broyting.

Ætlanin var eisini at stytta skúladagin, men tað kom ikki við í endaliga uppskotið. Í viðmerkingunum sigur mentanarnevndin, at ov nógvar óvissur og ivamál eru í løtuni, og tí verður ikki hildið, at tað er tað rætta at gera nú. Verður skúladagurin styttur, sum lagt er upp til, svarar tað til 35 ársverk. Hesir tímar skulu ikki sparast úr skúlanum, men umleggjast til annað, sum til dømis at styrkja tvílæraraskipanina og flokslæraraleiklutin, sigur mentanarnevndin. Eisini heldur mentanarnevndin, at skilabest er at bíða við hesum, til royndarskipanin í skúlanum á Fløtum við styttri skúladegi er eftirmett.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni