Tíðindi

Børnum tørvar samfelagsfrøði fyri at skilja heimin

Eisini yngstu næmingarnir hava brúk fyri amboðum at skilja heimin, sum er merktur av kríggi, veðurlagskreppu og tøkniligum broytingum, heldur granskari.

20.09.2024

Espen Helgesen heldur, at lága talið av tímum í samfelagsfrøði, sum næmingar í miðdeildini í Noregi fáa, hevur avleiðingar fyri uppgávuna hjá skúlanum at “evna samfelagsborgarar í skúlastovuni”.

– Samfelagsfrøði er eitt hugtaksfak. Tað vil siga, at næmingarnir læra hugtøk, sum vit brúka fyri at skilja og fata heimin og fáa ymisk sjónarhorn at skilja hendingar í samfelagnum, sigur hann.

Helgesen er sosialfólkalívsfrøðingur og granskari við Háskúlan á Vestlandinum í Noregi.

Yngstu næmingarnir hava vanliga ikki samfelagsfrøði sum serstaka lærugrein. Fleiri av fakunum, so sum samfelagsfrøði og náttúrulærugreinir, verða í staðin lagdar saman til undirvísingarevni.

– Tí er tað ov nógv at vænta, at næmingurin skal skilja, hvussu samfelagið er, sum vit liva í, sigur Helgesen.

Samfelagsfrøði eigur at fáa størri pláss

Hann er ikki tann einasti, sum stúrir. Í eini nýggjari bók geva fleiri sítt íkast í samband við didaktikk í samfelagsfrøði í grund- og miðdeildini. Høvundarnir í bókini viðgera, hvussu gerandisdagurin í skúlastovuni í grundini er hjá yngstu næmingunum. Teir samanbera eisini við karmarnar fyri undirvísingina – tað vil siga, hvat námsætlanin sigur um byrjanarundirvísingina, og hvørji mál er sett frá politiskari síðu.

Espen Helgesen og Kari-Mette Walmann Hidle, granskari, hava ritstjórnað bókina.

– Nógv er granskað í skúlanum og eisini í samfelagsfrøði, men nógv av tí snýr seg um eldri næmingar, serliga í hádeildini. Vit halda, at samfelagsfrøði eigur at fáa størri rúmd í skúlanum, tað er bæði at viðurkenna, at samfelagsfrøði eigur at vera serstøk lærugrein, men eisini at vit síggja virðið í at viðgera samfelagsspurningar tíðliga í skúlagongdini hjá øllum næmingum, sigur hann.

Móðurmálsundirvísingin og støddfrøði ráðandi

Síðan fyrst í hesi øldini hevur økt fokus verið á grundleggjandi førleikar í skúlanum. Hetta er komið í kjalarvørrinum á vánaligum PISA-úrslitum, sum fyri nógv lond hevur verið sløk úrslit í lærugreinunum, sum eru kannaðar. Førleikar sum lesing, skriving, rokning, munnligir og talgildir førleikar eru mangan tongdir at støddfrøðislærugreinini og móðurmálsfakinum, serliga í grunddeildini.

– Lærugreinin norskt og støddfrøði eru rættiliga ráðandi, og tað gongur út yvir hinar lærugreinirnar. Tær eru í vanda fyri at gerast eitt slag av stuðulsfakum, sigur Helgesen.

Hann heldur, at tað hevur týdning at virka fyri, at samfelagsfrøði ikki verður avmarkað til eitt reint stuðulsfak. Tað er jú ikki soleiðis, at summi fak hava minni týdning enn onnur, vísir granskarin á.

– Vit leggja doyðin á, at samfelagsfrøði fær sítt rætta pláss á tímatalvuni, hóast tímatalvan er rættiliga full. Hyggja vit at samfelagnum rundan um okkum, so hava vit tørv á at búgva næmingarnar við góðum fortreytum fyri at gerast fólkaræðisligir samfelagsborgarar, sigur hann.

Individualiseringin í skúlanum ein bági

Síðstu árini hevur støðugt meiri av læringini í samfelagsfrøði tikið støði í næminginum sjálvum. Næmingar skulu við fakinum í bakstøði reflektera um seg sjálvar og egna læring, vitan og støðu í heiminum. Undirvísingin í søgulærugreinini um ymisk tíðarskeið í tíðarrøð og týðandi søguligar hendingar er í stóran mun eisini ein farin tíð. Nú snýr søgulærugreinin seg meiri um at hyggja at, hvat er viðkomandi fyri næmingin út frá einum nútíðarsjónarhorni. Summar av hesum broytingunum heldur Helgesen lítið um.

– Individualiseringin, sum vit síggja í skúlanum nú á døgum, kann føra við til, at barnið ikki ognar sær felags vitanina, sum okkum øllum tørvar fyri at duga at kjakast alment. Tað er økt fokus á, at næmingurin sjálvur skal síggja virði í tí, hann lærir, og um tað er viðkomandi fyri seg heldur enn at tað er ein vitan, sum vit meta er saklig, og sum øll eiga at hava, sigur hann.

Hann leggur aftrat, at undirvísing í fólkaheilsu úr einum samfelagssjónarhorni kann verða raðfest lægri til frama fyri undirvísing í, hvussu næmingarnir sjálvir skulu meistra gerandisdagin.

Børnum tørvar góð amboð at kunna skilja

Hann heldur, at tað hevur týdning, at næmingarnir síggja sambandið millum tað, sum verður gjørt lokalt, og tað, sum gongur fyri seg globalt. Hóast samfelagslærugreinin fær lítið pláss á tímatalvuni, læra næmingarnir nógv um tað, sum hendir í heiminum. Nógv børn eru forvitin. Tey læra ofta nógv um stórpolitikk og hava hugsanir um, hvussu heimurin hongur saman.

– Skulu tey skilja tað, sum gongur fyri seg í heiminum, bæði tá ið talan er um kríggj, veðurlagsbroytingar og tøkniligu menningina, tørvar teimum amboð, sum samfelagsfrøðislærugreinin kann vera við til at geva teimum, sigur Helgesen.

Hví kunnu vit ikki bara drepa Putin? 

Í sambandi við kríggið í Ukraina eru tað nógv børn, sum undrast, hví Putin kann gera, sum hann vil. Hví orðnar ST ikki bara fyri, at Putin verður steðgaður og setir hann í fongsul? Hví ikki bara drepa Putin?

– Hvussu kunnu vit tosa um slík krevjandi evni í skúlastovuni við yngstu næmingarnar og geva teimum góð svar, sum eru hóskandi fyri teirra aldur og fatanarevni?

– Lykilin til júst tað er at skapa eldhuga. Skúlin fæst sjálvandi við at miðla vitan. Men skulu næmingarnir kenna ognarskap og hava ein leiklut í samfelagnum, er tað týdningarmikið at vekja áhuga og at halda hann við líka. Tá ið slíkir spurningar koma frá næmingum, so er áhugin har. Tá hann lærarin byggja víðari á tað, sigur Helgesen.

Stuðla fólkaræðinum, men samstundis seta spurningar

Samfelagsfrøðislærugreinin eigur bæði at lýsa, hvussu samfelagið er skipað um somu tíð, sum lærugreinin leggur upp til at vera samfelagsatfinnandi. Næmingarnir læra søgu, týdningin av at hava eina grundlóg, fólkaræði og hvussu týdningarmikið tað er at vera virkin í fólkaræðinum.

– Næmingarnir ogna sær nógv slík góð og sunn virði við at hava samfelagsfrøði. Teir verða sosialiseraðir inn í eitt samfelag, har teir skulu vera góðir borgarar og hava eina vitan fyri at kunna virka í samfelagnum, sigur Helgesen.

Tann skipanarkritiska síðan av lærugreinini hevur við sær, at næmingar læra at seta spurningar við tey fyribrigdini, sum tey eisini læra at taka undir við, til dømis at fólkaræði ikki er ein fullkomin skipan.

– Tá ið næmingarnir læra, at samfelagið, sum tey eru ein partur av, er nakað, sum savnar okkum og gevur okkum kensluna av felagsskapi, eiga teir eisini at læra, at tá ið vit gera henda felagsskapin, so siga vit eisini, at hetta er eksklusivt fyri okkum. Tað eru ikki øll, sum hava part í hesum, sigur hann.

Krevjandi javnvág

At finna røttu javnvágina sum lærari í samfelagsfrøði er krevjandi, um tú samstundis skal hava fyri eyga, hvat fyri samfelag og felagsskap, tú ert partur av, um somu tíð sum tú skalt læra næmingarnar at seta kritiskar spurningar. Skúlin skal læra næmingarnar at taka undir við fólkaræðinum, og at tað er ein vælvirkandi skipan. Samstundis skulu næmingarnir eisini læra, at fólkaræði kann verða styrkt og gerast betri. Spurningurin um álit kemur eisini inn her, sigur granskarin.

– Tað er upplagt at taka fleiri gølur, sum hava verið rundan um persónar, sum hava vald, upp í prátið. Gølur, har fólk við valdi hava brotið lógina og tó halda, at tey sleppa væl frá tí. Hetta eru eisini avleiðingar av, at vit liva í einum samfelag, har fólk hava stórt álit. Vit hava álit á, at fólk gera tað, tey eiga at gera.

Helgesen leggur doyðin á, at keldukritikkur eigur at vera partur av øllum, sum næmingar gera, og tað hevur týdning at læra at seta kritiskar spurningar, eisini tá ið upplýsingarnar koma frá læraranum og øðrum pørtum í samfelagnum, sum vit vanliga hava stórt álit á.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni