Tíðindi

Børn trívast best helvt um helvt hjá báðum foreldrunum

Norskar kanningar, sum eru gjørdar av, hvør skipan riggar best fyri børnini eftir, at foreldrini eru farin hvør til sítt, vísa, at tað besta er, um børnini eru javnt líka nógv hjá báðum foreldrunum. Danskir granskarar í viðurskiftum hjá børnum eru ósamdir.

03.06.2024

Hjúnaskilnaður kloyvir ikki bara foreldur og børn. Hjúnaskilnaður fær eisini granskarar at fara í hvør sína ætt, tá ið talan er um, hvør skipan er best fyri børnini eftir, at foreldrini eru farin hvør til sítt.  

– Tvíbýttur foreldraskapur er eitt kensluligt evni, sigur Kristian Sandberg, sum er norskur granskari. Hann hevur viðgjørt evnið og skrivað grein um tað. Hann er sálarfrøðingur við Instituttið fyri kliniskt medisin við Aarhus Universitet og hevur granskað í, hvussu hjúnaskilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum.

– Nógv bendir á, at børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, hava minni samband við pápan enn mammuna, sigur hann.

Hvat snýr hetta seg um?

Greinin, sum Sandberg hevur skrivað, tekur støði í sokallaðu 7-7-skipanini, har børnini eru eina viku hjá hvørjum foreldri sær.

– Eg havi hugt at skjølum, sum eg havi fingið atgongd til, og út frá teimum kann eg útleiða, at børn trívast best, tá ið tey eru líka nógv hjá báðum foreldrunum, sigur Sandberg.

Fleiri kanningar styðja skipanini, at eins nógv tíð hjá báðum foreldrunum er tað besta fyri børnini. Í 2017 var ein grein á Videnskab.dk um eina svenska kanning av 5.000 børnum, hvørs foreldur vóru farin hvør til sítt. Henda greinin hevði somu niðurstøðu – nevniliga, at børn trívast best helvt um helvt hjá báðum foreldrunum. Í tí sambandi hevði ein av granskarunum, Emma Fransson, ta frágreiðingina, at foreldur, sum eru orkurík, duga betur at samskifta eftir hjúnaskilnað og velja at deila tíðina við børnunum sínámillum.

Hesa frágreiðingina – ta sosiobúskaparligu, heldur Kristian Sandberg er minni sannlík nú.

Fær stuðul úr USA

– Tann nýggjasta granskingin um skipanirnar, har børn eru líka nógv hjá báðum foreldrunum, er hildið upp ímóti eitt nú inntøku og útbúgvingarstigi, og talan er framvegis um somu positivu effekt: Tað er sum heild best fyri børnini at vera líka nógv hjá mammuni sum pápanum, sigur hann.  

Sandberg vísir til eina amerikanska metakanning og tvær svenskar kanningar frá 2018. Annar høvundurin av kanningini sigur, at hon er samd við niðurstøðuni hjá danska granskaranum.

– Eg eri samd við niðurstøðuni í nýggju greinini, sigur Linda Nielsen. Hon er professari við Wake Forest University í USA og hevur verið við at gera amerikonsku metakanningina frá 2018.

– Børn, sum eru líka nógv hjá báðum foreldrunum, hava tað betri enn tey, sum burturav búgva hjá øðrum foreldrunum, treytaleyst av inntøkunum hjá foreldrunum og hvussu verbala tvístøðan millum foreldrini er.

Men tað eru eisini danskar kanningar, sum vísa eina aðra mynd. Í síni grein vísir Kristian Sandberg til frágreiðingar frá VIVE, sum er Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd. Ein VIVE-kanning frá 2018 vísir positivt samband millum tvíbýttan bústað og trivnaðin hjá børnum, hvørs børn eru farin hvør til sítt. Men samanhangurin hvørvur, tá ið viðurskifti so sum sosiobúskaparligir faktorar, samstarv millum foreldrini og viðurskifti teirra við børnini verða tikin við, sigur Mai Heide Ottosen.

Hon er granskari við VIVE og ein teirra, sum Sandberg roynir at sannføra – til fánýtis.

– Okkara úrslit bendir á, at tað er ikki sjálv skipanin av samveruni, sum hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin hjá børnum. Eg eri sjálvandi greið yvir, at aðrar kanningar vísa nakað annað, men tá ið úrslitini peika í hvør sína ætt, er tað trupult at koma til eina greiða niðurstøðu ella gera tilmæli um praksis, sigur Ottosen.

Vísir til norska kanning

Sandberg tulkar úrslitini øðrvísi. Hann heldur ikki, at VIVE-frágreiðingin frá 2018 kann  brúkast til at siga, hvussu samveruskipanir eiga at vera. Í staðin fyri tekur hann metakanningina hjá Lindu Nielsen fram, sum vísir á, at 75 prosent av kanningunum, sum eru gjørdar á økinum, vísa positiva effekt av tvíbýttum foreldraskapi í sambandi við hjúnaskilnað. Írestandi 25 prosentini vísa blandað ella onga effekt.

– Mann kann kalla tað úrslit, sum peika í ymsar ættir, men eg haldi, at pílurin peikar í somu ætt, sigur Sandberg.

Mai Heide Ottosen heldur kortini fast við sína meting, eisini eftir at hon hevur sæð greinina hjá Sandberg.

– Eg haldi meg til eitt norskt yvirlit, sum er ein frágreiðing frá Fólkaheilsuinsituttinum frá 2022. Har er niðurstøðan, at tað ikki ein einstøk skipan, sum riggar fyri øll børn. Í staðin fyri er tilmælið, at støða eigur at verða tikin út frá hvørjari einstakari familju og tørvinum hjá einstaka barninum.

Kloyvt øki

Pernelle Rose Hansen heldur, at yvirlitsgreinin hjá Sandberg er gott dømi um, hvussu ósamdir granskarar eru, tá ið talan er um viðurskifti, ið hava við børn og hjúnaskilnað at gera. Pernelle Rose Hansen er doktari við Roskilde Universitet og hevur kannað trivnaðin hjá børnum, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.

– Hetta er eitt øki, sum er eyðkent av grundleggjandi ymiskum fatanum av, hvat ein hjúnaskilnaður er, sigur hon og vísir til, at sama er galdandi fyri Sandberg.

– Hann skrivar um intaktar familjur mótvegis sundurskiltar familjur. Eg haldi, at tað er umráðandi at siga, at tað eru 37 ymisk sløg av familjum til í Danmark. Tað síggi eg ikki aftur í granskingini hjá Sandberg.

Hon heldur ikki, at tað eru heimildir í granskingini at siga, hvør skipan er best fyri børnini. Men greinin hjá Sandberg er áhugavert, tí hon setir fokus á eitt øki, sum alla tíðina er í broyting – eins og tá ið talan er um foreldrafarloyvi. Um menn fáa meiri tíð at vera saman við børnum sínum í foreldrafarloyvi, so fáa teir sannlíkt eisini meiri tíð saman við børnunum eftir hjúnaskilnað, sigur Pernelle Rose Hansen.

3 uppáhald um, hvussu børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, hava tað

Kristian Sandberg, sálarfrøðingur og granskari við Institut for Klinisk Medicin við Aarhus Universitet, hevur gjøgnumgingið danska lóggávu og gransking um trivnaðin hjá børnum eftir hjúnaskilnað.

Her eru tríggjar av niðurstøðunum, sum hann er komin fram til:

Børn trívast sum heild best, um tey eru líka nógv hjá báðum foreldrunum.

Samveran við annað foreldrið (vanliga pápan) minkar munandi eftir hjúnaskilnað í Danmark.

Ynskini hjá barninum um meiri samveru við pápan fer undir radaran í skipanunum, sum eru í dag. Ein donsk VIVE-frágreiðing frá 2012 vísir, at nærum 40 prosent av børnunum, sum búgva burturav hjá mammuni, vilja hava meiri samveru við pápan.

Kelda: Shared parenting and father involvement after divorce in Denmark, Frontiers in Psychology (2023), DOI: 10.3389/fpsyg.2023.1223574.

Kelda: Kristian Sandberg: Shared parenting and father involvement after divorce in Denmark. Frontiers in Psychology, 2023. DOI: 10.3389/fpsyg.2023.1223574


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.