Tíðindi

At vita, hvat onnur hugsa, hevur nógv at siga fyri gott samstarv

Onkuntíð vita vit eisini, hvat fólk, sum vit aldri hava hitt, hugsa.

15.09.2023

Ert tú bangin fyri, at onkur kann lesa tínar tankar? Hóast eingin dugir at lesa tínar tankar sum superhetjur í filmum, er tað ein týdningarmikil eginleiki at hava at kunna lesa tankar hjá øðrum. Tá ið vit arbeiða saman í bólki við eini verkætlan á arbeiðsplássinum ella í skúlanum, hevur tað týdning, at vit megna at skilja, hvat onnur í bólkinum vilja. Bretskir granskarar hava funnið út av, at fólk, sum duga væl at skilja ella lesa tankar hjá øðrum, duga væl at samstarva við onnur.

Hvat heldur tú?

Tá ið vit siga skilja, hvat onnur hugsa, meina granskarar við eginleikan at skilja, hvat onnur føla, hvat tey vilja, og hvat tey halda um ymiskt. Dugir tú væl at seta teg inn í støðuna hjá øðrum? Dugir tú at hugsa, hví onnur halda okkurt annað enn tú gert? Ja, so dugir tú kanska væl at lesa tankar, sambært granskarum.

Hesir eginleikarnir hava einki at gera við, hvussu gløggur ella gløgg tú ert, men tú kanst venja teir, skriva granskararnir.

– Sum sálarfrøðigranskari verði eg ofta spurd, um eg kann lesa tankar, og hóast hetta verður sagt til stuttleika, hava vit menniskju evni at lesa tankar eitt sindur. Okkara kanning vísir, at hetta hevur týdning, tá ið talan er um virksemi, ið krevur samstarv, sigur Roksana Markiewicz, granskari. 

Leggja putlispæl

Granskarar hava testað 400 fólk. Tey vóru býtt sundur í pør, og so vóru tey í eini zoom-samrøðu sett saman við einum granskara at spæla ymisk spøl. Hvør luttakari fekk ymiskt á skíggjan, sum tey skuldu samskifta við hin luttakaran um. Saman skuldu tey leggja eitt putlispæl.

Tey, sum dugdu væl at lesa tankar, og sum vóru saman við øðrum, sum eisini dugdu at lesa tankar, kláraðu seg betur enn pør, sum ikki dugdu eins væl at lesa tankar. Granskararnir siga, at tað er tí, at tey, sum duga væl at lesa tankar, hava evnini at tillaga seg tankarnar hjá hinum, og til skjótt at tillaga seg aftur, um onkur feilur hendir.

– Vit vísa fyri fyrstu ferð, at samstarv ikki bara snýr seg um teg, sigur Roksana. 

– Hóast tú dugir væl at lesa tankar hjá øðrum, kann tað vera ein fyrimunur at arbeiða við øðrum, sum hava somu evni, so vel tínar samstarvsfelagar við umhugsni, sigur hon.

Kelda: forskning.no

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni