Tíðindi

At vera leiðari er at gera tað, sum er gott fyri arbeiðsplássið

Allar broytingar, sum eg havi hug at gera, má eg gera í smáum bitum. Starvið er tíðaravmarkað til trý ár, so vónandi havi eg flutt deildina eitt sindur fram tá. Tað sigur Kalpana Vijayavarathan-R, sum 1. mai tók við sum dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

26.09.2024

Mestsum allar fyrireikingarnar til skúlaárið, sum nú er byrjað, vóru longu gjørdar, tá ið Kalpana Vijayavarathan-R tók við dekanstarvinum tíðliga í summar, so tað verður ikki fyrr enn skúlaárið 2025-2026, at vit rættiliga fara at síggja, hvørja kós hon fer at seta. Virkisætlanin fyri Námsvísindadeildina er komið so mikið langt, at uppskotið er klárt at leggja fram fyri starvsfólkunum at viðmerkja, so øll fáa ognarskap í ætlanini. Hetta hevur verið ein tilgongd, sum hevur verið í gongd í eina tíð, og tað verður so Kalpana Vijayavarathan-R, sum skal seta hana í verk.

- Eg haldi fram, har fyrrverandi dekanurin slepti, men í næstum fari eg saman við leiðslutoyminum undir tær broytingarnar, sum eg haldi eiga at verða gjørdar. Tað er ógviliga nógv nýtt, sum eg skal seta meg inn í, og tað krevur tíð. Økið fevnir breitt, og eg skal raðfesta allar útbúgvingarnar eins nógv, hóast høvuðsøkið er lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar. Allar broytingar, sum eg havi hug at gera, má eg gera í smáum bitum. Starvið er tíðaravmarkað til trý ár, so vónandi havi eg flutt deildina eitt sindur fram tá. Tíbetur er leiðslutoymið víðkað, soleiðis at tað nú eru tveir varadekanar, tveir útbúgvingarleiðarar, ein granskingarleiðari og góðskuábyrgdari. Henda víðkanin hevur stóran týdning fyri menningina av deildini, tí hon fevnir um so nógv ymiskt, nógv starvsfólk og nógv lesandi.

Dekanurin á Námsvísindadeildini myndar deildina, útinnir virkisætlanina og visjónina hjá deildini og er partur av ovastu leiðsluni á Setrinum. Dekanurin skal eisini virka til samstarv, byggja felags ábyrgdarkenslu og skapa trivnað á deildini. Trivnaðurin hevur sera stóran týdning, um Námsvísindadeildin skal vera eitt gott arbeiðspláss, sigur Kalpana Vijayavarathan-R.

- Tá ið eg søkti starvið, visti eg væl, at tað er vónleyst at broyta eina mentan eftir stuttari tíð, tí mentanin er bygd upp yvir nógv ár, nógvar upplivingar, sum starvsfólk hava havt, og ta mentanina, sum ymsu leiðararnir hava staðið fyri. At eg leggi stóran dent á trivnað, og at starvsfólkini, hóast broytingar fara at vera, skulu kenna seg trygg, er tí, at tað er ein fortreyt fyri, at tey kunnu gera sítt besta í starvinum. Er eingin trivnaður, er strongd í staðin, og tað er eingin loyna, at strongd er partur av allari undirvísing og akademiskari gransking, nærum ein viðføddur partur, tí hetta økið hevur nógv við fólk at gera, um somu tíð, sum undirvísararnir sita nógv einsamallir og granska og javnan skulu leggja úrslit fram. Skulu fólk kenna seg trygg og vird, mugu vit skapa eina mentan, sum leggur upp til gjøgnumskygni og samskifti, sum gevur meining.

Ein týðandi partur, tá ið talan er um starvsfólkaviðurskifti, er at stuðla fakligu og persónligu menningini hjá hvørjum einstøkum teirra. Tað er, at dekanurin saman við varadekaninum skal gera eina ætlan um førleikamenningina hjá hvørjum einstøkum – sjálvsagt saman við einstaka starvsfólkinum – grundað á menningarsamrøðu. Hetta er eitt øki, sum Kalpana Vijayavarathan-R heldur er ógviliga spennandi.

- Eg skal eisini skipa undirvísingar- og granskingararbeiðið í starvsfólkatoyminum, tað er at byggja toymismentanina upp. Hetta er ein tilgongd, sum hevur verið í gongd og heldur fram við mær. Økið, har eg kann kenna eitt sindur av fjáltri á mær, er fíggjarviðurskiftini. Tað er ein sera stór ábyrgd, og hetta er nýtt hjá mær at fáast við; fíggjarviðurskifti eru altíð ógviliga viðkvom. Men eg føli, at eg eri í góðum hondum, ikki minst við samstarvinum við ovastu leiðsluna og fyrisitingina um fíggjarstýringina.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni