Tíðindi

At burturvísa næmingar er sum at pissa í buksurnar

Eg trúði ikki mínum egnum eygum, tá eg sá, at ráðharri í barna- og útbúgvingarmálum, Mattias Tesfay, nú vil geva skúlunum heimild at revsa og útihýsa næmingum. Vit vita, at evsing og burturvísing einans ger ilt verri og einki loysir. Tað sigur Louise Klinge, skúlagranskari, í sambandi við ætlanina hjá danska ráðharranum um loyva skúlum at revsa næmingar.

02.10.2024

Louise Klinge vann í 2017 Ph.d-Cup í Danmark fyri verkætlanina, sum snúði seg um, hvussu lærarar mest skynsamt møta næmingum í fólkaskúlanum. Eftirfylgjandi skrivaði Louise Klinge sera væl umtóktar bøkur, ið elvdu til kjak, og Louise Klinge gjørdist skjótt til ein hin sterkasta og mest umbidna akademiska røddin í Danmark, tá ið talan er um námsfrøði og skúlaviðurskifti.

28. oktobur verður fyri fyrstu ferð høvi hjá námsfrøðingum og lærarum at hoyra Louise Klinge í Føroyum, tá hon fer at hava evnisdag í Smæruni. Hesin evnisdagur gjørdist skjótt útseldur, men Louise Klinge hevur sett ein dag aftrat í síni annars tepru arbeiðsætlan. Eyka evnisdagurin verður 29. oktobur í Panorama á Hotel Hafnia.

Louise Klinge torir at siga sína meining um námsfrøðilig og skúlaviðurskifti, og í hesum døgum er hon aftur í miðdeplinum í heitum kjaki í Danmark viðvíkjandi revsing og burturvísing av næmingum í fólkaskúlanum. 

Ráðharri í barna- og útbúgvingarmálum Mattias Tesfay vil hava, at fólkaskúlin framyvir skal fáa heimild at revsa næmingar, sum bera seg illa at. Hann vil geva skúlunum heimild m.a. at krevja, at hesir næmingar rudda og gera reint, tá ið skúladagurin er liðugur. Eisini talar Mattias Tesfay fyri, at skúlaleiðslur fáa størri heimild at senda næmingar heim, men hesum talar Louise Klinge staðiliga ímóti: ”Eg trúði ikki mínum egnum eygum, tá eg sá, at ráðharri í barna- og útbúgvingarmálum, Mattias Tesfay, nú vil geva skúlunum heimild at revsa og útihýsa næmingum. Vit vita, at evsing og burturvísing einans ger ilt verri og einki loysir.”

Louise Klinge vísir á danska og altjóða gransking, har úrslitið av at revsa og burturvísa næmingar einans økir um tann atburðin, sum skúlin ynskir at sleppa undan. Louise Klinge, sum situr í nevndini í Børnerådet, vísir á, at umleið fimta hvørt barn í Danmark upplivir harðskap í heiminum, og 10. hvørt barn býr í heimi, sum hevur trupulleikar við alkoholi. Hesi børn fáa tað einans verri av at verða revsað og send heim, og tá hesir næmingar koma aftur í skúla, eru sannlíkindini enn størri fyri, at teirra atburður er hin sami ella verri. Louise Klinge sigur, at uppskotið hjá Mattias Tesfay er sum at “pissa í buksurnar”.

Louise Klinge hevur seinastu dagarnar verið í flestu stóru miðlunum í Danmark, har hon hevur tala ímóti, at uppskotið hjá Mattias Tesfay verður sett í gildi. Eisini hevur Louise Klinge verið í beinleiðis kjaki við Mattias Tesfay á P1 Orientering.

Seinasta orðið hjá Louise Klinge er neyvan sagt, hvat hesum viðvíkir, og vilt at hoyra meira frá Louise Klinge, so kanst rú tryggja sær luttøku til evnisdagin 29. oktobur í Panorama við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri evnisdegnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni