Tíðindi

Arbeiðsfriður og flokkin fram um serfyrilit

Lærarin má halda disiplinina fyri at koma ígjøgnum dagsins tilfar. Tí skal tað vera arbeiðsfriður. Um næmingur ikki virðir givnar karmar, má tað takast upp og um neyðugt fáa fylgir. Vit kunnu, um illa vil til, burturvísa næmingi í upp til ein viku. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

09.09.2025

Nýggja skúlaárið er nú nakrar vikur gamalt, og vónandi eru flest allir flokkar nú komnir upp í teir nøkulunda røttu fakligu snúningarnar. Annars er sjón fyri søgn, at leiðslur og lærarar eisini leggja nógv fyri, so at næmingar kenna seg væl í byrjanini. Serliga, har næmingar eru nýggir, verður gjørt burturúr. Í forskúlum og 1. flokki verður nógv rokast, og seturskúlar eru eisini vanligir í byrjanini í 7. ella 8. flokkunum. Fleiri onnur trivnaðarátøk eru eisini á skránni. Eitt nú er vanligt hjá onkrum skúla í Havnini at fara felags gongutúrar, eitt nú suður á Reynsmúlalág og niðan á Vesturvarða, tá høvi býðst, og veðrið er til vildar.     

Men sum altíð er nakað av nosi í byrjanini. Nýggir flokkar, onkur nýggjur næmingur, nýggjar lærugreinir og onkur nýggj mannagongd at fyrihalda seg til og seta seg inn í. Men lærarar hava harða húð. Vit eru vanir við eitt sindur av hvørjum. Er okkurt toyggi, og tað er tað næstan altíð, serliga í byrjanini, so verður tað loyst á staðnum ella skjótast gjørligt. Vit kunnu ikki bøla á avbjóðingum, tí tað kann skjótt tarna bæði tí sosiala og tí fakliga partinum, sum mugu koma í rættlag sum skjótast. Arbeiðið má glíða í einari tryggari og fastari legu.

Tí royna vit væl øll, skilagott og jarðbundið, at seta út í kortið, so at vit hava nátt øllum, ið vit skulu við ársenda.

Men útgangsstøði, og harvið okkara arbeiðsumstøður, fyri læring eru broyttar í ólukkumát seinastu árini, er sjón fyri søgn. Tað eru ofta fleiri næmingar við meira og minni sálarligum avbjóðingum. ADHD, autisma og ótti er væl tað, sum oftast kemur fyri. Skúlanoktan er eisini eitt fyribrigdi í dag. Og í nógvum flokkum hava vit næmingar, sum hava føroyskt sum annað mál.

Harumframt eru stundum eisini avbjóðingar við atburði, ja vanligari disiplin. Í Danmark tosar enntá sjálvur ráðharrin í skúlamálum um serligar avbjóðingar í skúlunum, sum hann kallar PDO “pisse dårlig opdragelse”. Hetta hevur viðført nógv kjak, og ráðharrin hevur fingið nógv rós fyri hetta, men eisini hvassar ákoyringar. Hann sigur m.a., at tað ikki altíð er skúlanum, tað er galið við. Onkuntíð skal barnið broyta atferð fyri at fáa arbeiðsfrið, og barnið skal ikki síggjast sum eitt offur. Tað eru karmar í skúlunum, sum næmingarnir skulu kenna, halda seg innanfyri og virða.

Hvussu skalt tú so sum lærari navigera í slíkum umhvørvi? Jú, børnini við serligum avbjóðingum skulu sjálvandi hava ta hjálp teimum tørvar. Men her renna vit okkum javnan í ta vandastøðu, at játtanin til økið, eitt nú til føroyskt sum annað mál, er alt ov lítil. Og talið av næmingum uttaneftir bara økist. Her má vend koma í.

Men annars mást tú sum lærari halda disiplinina fyri at koma ígjøgnum dagsins tilfar. Tí  skal tað vera arbeiðsfriður. Um næmingur ikki virðir givnar karmar, má tað takast upp og um neyðugt fáa fylgir. Vit kunnu, um illa vil til, burturvísa næmingi í upp til ein viku.

Og stendur tú við valinum at hjálpa einstaklinginum og flokkinum, so verður tú noyddur at velja flokkin. Tað verður altíð tað rætta at hjálpa og undirvísa 20-22 næmingum, heldur enn nøkum fáum. Hendan støðan er keðilig og kann vera hjartaskerandi fyri einhvønn lærara. Vit kenna hana helst øll, men tað fær ikki verið øðrvísi. Teir 22 meira og minni dugnaligu næmingarnir hava altíð rætt til dygdargóða undirvísing. So mugu hinir báðir bíða. Valið er einfalt.

Leiðslan og førleikastovan mugu, í slíkum føri, finna eina loysn við slíkum næmingum, sum ikki makta vanliga undirvísing.

Well, árið er byrjað, og vit eru farin í gongd við góðum treysti. Tíbetur eru allar flestu næmingar bæði blíðir og fyrikomandi. Og ofta dugnaligir eisini. Tí er tað sum oftast gott at vera lærari. Gott skúlaár, øll somul.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni