Tíðindi
01.09.2025
Amy er 46 ára gomul og býr í Sumba.
Hon tók læraraprógv frá University College Nordjylland (UCN) í Ålborg í 2013. Hon hevur eisini eykaprógv í føroyskum og svimjilæraraprógv frá Føroya Læraraskúla.
Amy hevur royndir sum læraravikarur frá Vágs skúla frá 2008-2010 og frá Sumbiar skúla frá 2010-2013. Síðani 2013 hevur Amy starvast sum lærari í Sumbiar skúla. Hon hevur undirvíst í øllum flokkum (1.-7. fl.) og í øllum lærugreinum.