Tíðindi
02.10.2025
Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi, har eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Ljós verður varpað á, hvussu stóran týdning lærarin hevur sum undirvísari og eisini, hvussu týdningarmikil lærarin er, tá ið tað snýr seg um at menna virknar borgarar í einum modernaðum samfelagi. Skal lærarin megna hesa stóru og týðandi uppgávuna, má hann alt lívið førleikamenna seg og dagføra sína vitan og fyrireika seg til dagsins gerning, sum ongantíð er líka. At verða undirvíst/ur av einum útbúnum lærara er treytin fyri dygdargóðari útbúgving. Læraradagurin er eisini við til at varpa ljós á, at útbúgving er ein grundleggjandi menniskjarættur.
Evnið á altjóða læraradegnum í ár er “Together for teachers, together for tomorrow”, Education International heitir á myndugleikar og altjóða samfelagið um at gera íløgur í lærarar og stuðla teimum við at skapa eina friðarliga, rættvísari og burðardygga framtíð fyri øll. Tey leggja eisini dent á týdningin av, at myndugleikar eru í samskifti við fakfeløg læraranna, so at vit kunnu skapa góða útbúgving kring allan heimin.
Korini hjá lærarum kring heimin eru ógviliga ymisk, og nógvastaðni er tørvurin á betri skúlagongd ovurstórur. Tað eru framvegis nógv støð í heiminum, har milliónir av børnum ikki sleppa í skúla. Hetta kemst m.a. av stórum læraratroti.
Í ár fellur altjóða læraradagurin á ein sunnudag. Hann hevur mangan verið hátíðarhildin í skúlum í Føroyum, eitt nú við at næmingaráðið ella skúlastýrið í skúlanum hava skipað fyri ymiskum tiltøkum.
Lærarar verða mettir og vigaðir hvønn tann einasta dag, og tað er væl skilligt. Lærarastarvið er ein av grundarsúlunum í samfelagnum, og tí hava flestøll eina meining um tað. Nokk so ofta snýr prátið seg tó um tað, sum ikki er nóg gott ella ikki riggar nóg væl. Tí er altjóða læraradagurin eitt gott høvi at steðga á og viðurkenna tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, lærarar gera dag og dagliga.
Eitt herðaklapp av og á kann gera stóran mun. Eisini hjá lærarum.
Tú kanst kunna teg meiri um altjóða læraradagin her og her