Tíðindi
30.09.2024
Enn eru vit so heppin í Føroyum, at vit hava væl útbúnar lærarar á øllum floksstigum og øllum skúlum, og at tey, sum søkja inn á læraraútbúgvingina, hava góð prógv og góðar fortreytir at kunna gerast góðir lærarar. Soleiðis er ikki alla staðni.
- Tað er ikki sjálvsagt, at soleiðis er, tí vit skulu bara hyggja til grannalondini at síggja, at tey ikki fáa útbúnar lærarar í øll størv. Í flestu Norðurlondum er læraratrot. At vit hava meiri enn nóg mikið av væl útbúnum og væl skikkaðum lærarum, fleiri enn tað eru størv, ger, at vit eru í eini serstøðu, men tað er ikki sjálvsagt, at henda gongdin heldur á, tí umstøður og karmar í øllum hesum londunum líkjast. Í løtuni síggi eg ikki vandatekin, men tað kann broytast skjótt. Vit eiga framhaldandi at eggja teimum, sum vit halda kunnu verða góðir lærarar, at fara undir læraralesnað. Trívist tú sum lærari, er tað eitt fantastiskt og ríkt starv, hóast tað til tíðir er sera avbjóðandi. Tað eru góð størv mangan, og tí hava umstøður og karmar so sera nógv at siga. Vit mugu ikki koma í ta støðuna, at okkum vantar væl útbúnar lærarar, tí tað krevur útbúnar og dagførdar lærarar at møta teimum stóru krøvunum, sum eru í samfelagnum. Ein lærari má javnt og samt – ja, alt lívið – fylla á við nýggjari vitan, og júst á hesum økinum kunnu vit gera tað nógv betri enn vit gera í løtuni. Fleiri kanningar vísa, at skulu vit flyta skúlan fram á leið, koma vit ikki uttan um at gera íløgur í sjálvan læraran við útbúgving og førleikamenning. Læraradagurin er gott høvi, eisini at vísa á hesi viðurskiftini.
Altjóða læraradagurin peikar víðari út í heim at støðuni hjá børnum og ungum at vaksa upp.
- Tað eru ymsar verkætlanir í Føroyum, sum eru virknar uttanlands og stuðla skúlum og skúlabyggingum. Millum annað savna Skótahjálpin og Boliva-hjálpin pening til skúlar uttanlands. Tað hevur týdning at víðka sjónarringin hjá okkara børnum, soleiðis at tey síggja, hvussu børn uttanlands vaksa upp, sjáldan undir somu fortreytum, sum vit hava. Barnarættindasáttmálin hjá ST sigur, hvat øll børn hava rætt til, og tað eiga vit eisini at varpa ljós á yvir fyri okkara myndugleikum, soleiðis at vit ikki bara tryggja okkara egnu børnum góðar umstøður, men eisini hava fyrilit fyri børnum og ungum úti í heimi. Vit eiga at taka altjóða ábyrgd. Vit hava eisini lærarar í Føroyum, ið hava arbeitt sum lærari í sínum heimlandi, áðrenn tey fluttu til Føroya. Tey síggja ofta betur virði í útbúgving og týdningin at hava útbúnar lærarar, enn vit mangan geva okkum far um.
Altjóða læraradagurin er 5. oktobur – í ár er tað leygardagin.
Føroyar samtyktu í 1992 Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindini hjá børnum, ella altjóða barnarættindasáttmálan. Grein 28 ásetur, at “Tú hevur rætt til útbúgving. Tú skalt ganga í fólkaskúla, og skúlin skal vera ókeypis.”, og grein 29 ásetur, at “Í skúlanum skalt tú mennast í øllum lutum og fyrireikast til eitt ábyrgdarfult lív í einum fríum samfelag.”
Vantar tær hugskot um, hvat tit kunnu gera í tykkara skúla ella í tykkara øki at halda altjóða læraradagin, eru nøkur hugskot her: https://oxfam.dk/kampagner/laererens-dag/inspiration-til-jeres-fejring