Tíðindi
15.05.2025
At seta bann fyri fartelefon í tímunum og fríkorterunum er nógv uppi í tíðini. Tað vísir nýggj kanning, sum danski felagsskapurin Skúli og foreldur gjørdi í november 2024 millum 947 limir í skúlastýrum kring alt Danmark. 88 prosent svara, at næmingarnir ikki sleppa at hava fartelefon í tímunum, og 74 prosent svara, at forboðið er galdandi í fríkorterunum. Orsøkin til forboðið er greitt: skíggjarnir verða mettir at órógva hugsavnanina í tímunum og at forða sosialari samveru í fríløtunum.
”Skíggjar eiga bara at verða brúktir, tá ið lærararnir halda, at teir eru neyðugir í sambandi við undirvísingina. Annars órógva teir bara,” sigur ein skúlastýrislimur.
”Áðrenn forboðið varð sett í verk, sóu vit í skúlanum, at næmingarnir heldur vóru á telefonunum í fríkorterunum enn saman við øðrum næmingum. So endamálið er eitt nú at styrkja samanhaldið, tryggja at næmingarnir eru sosialir og virknir í steðgunum, og at teir ikki brúka sosialar miðlar í skúlatíðini, eitt nú at happa hvønn annan,” sigur ein annar skúlastýrislimur.
Kanningin vísir, at reglurnar í flestu skúlum eru galdandi fyri allar næmingar. 73 prosent svara, at soleiðis er í teirra skúla. Bara eitt prosent svarar, at tað als ikki er tørvur á reglum fyri nýtsluni av fartelefonum.
Tey vaksnu eiga avgerðina
Skúlastýrini hava verið við at taka avgerðina at seta bann. 64 prosent av skúlastýrunum svara, at tey í stóran mun hava havt ávirkan á telefonreglurnar í skúlunum, meðan 23 prosent svara, at tey í minni mun hava havt ávirkan. Tað sama er ikki galdandi fyri næmingarnar.
40 prosent svara, at næmingar hava havt lítla ella onga ávirkan á forboðið, og bara sjey prosent svara, at næmingarnir eru tiknir við upp á ráð. 39 prosent svara, at næmingarnir eru spurdir, og at lurtað hevur verið eftir teimum. Fleiri siga, at næmingar “góðtaka forboðið” eftir at tað hevur verið í gildi eina tíð.
”Skúlastýrislimirnir komu skjótt ásamt um, at ein telefonfríur skúli er eitt gott hugskot. Næmingarnir vóru ikki við upp á tað at byrja við, og lærararnir vóru ikki heilt á einum máli. Síðan hava afturmeldingarnar verið góðar, tí vit síggja, hvussu gagnligt tað er á bæði lærarar og næmingar at hava forboð,“ sigur ein skúlastýrislimur.
”Vit í skúlastýrinum vildu gera eitt átak at styrkja sosiala samanhaldið í flokkunum. Næmingarnir vóru við upp á hugskotið at seta forboðið í verk í eini tvey ára royndartíð, og síðan er reglan sett í gildi,” svarar ein annar.
Ikki so nógv eftirmeting
Hóast forboðið at brúka fartelefon í skúlanum er væl umtókt, er tað ikki nógv eftirmett. 35 prosent av teimum, sum hava svarað, siga, at reglurnar eru ikki eftirmettar, meðan 15 prosent siga, at tey ikki vita, um forboðið er eftirmett. Av teimum, sum hava eftirmett forboðið, svara 35 prosent tó, at reglurnar hava havt ógviliga positiva ávirkan, meðan 11 prosent siga, at tær hava hava lítla, tó positiva, ávirkan. Bara tvey prosent halda, at týdningurin av forboði er lítil, og eingin – null prosent – heldur, at forboðið hevur hava negativan týdning.
”Næmingaráðið eftirmetti átakið. Henda eftirmetingin var ikki serliga væl fyriskipað, men úrslitið vísti, at tað er ein larmandi bólkur, sum kennir seg vera fyri ágangi av forboðnum, og ein stórur bólkur, sum sigur, at broytingin í bæði tímunum og fríløtunum hevur verið góð,” sigur ein limur.
”Vit hava í grundini ikki eftirmett. Hjá teimum yngstu hevur forboðið havt sera góða ávirkan. Millum tey eldru hava summir næmingar sagt, at teir bara brúka teldur ístaðin fyri telefonir,” svarar ein annar.
Í summum skúlunum hevur eftirmetingin verið væl fyriskipað.
Umráðandi við nýggjum, felags virksemi
”Vit hava gjørt eina roynd í tveimum flokkum í miðdeildini, har næmingarnir bæði hava havt og ikki hava havt fartelefon ella skíggjar. Týdningarmesta læringin er helst, at tá ið tú tekur skíggjarnar frá næmingum, má okkurt annað setast inn í staðin, onnur tilboð og annað virksemi til næmingarnar at gera,” sigur ein limur. Tann týdningin hava flestu skúlar tikið til sín, sama um teir hava eftirmett forboðið ella ikki. 62 prosent svara, at skúlin í størri mun enn fyrr hevur skipað fyri felags virksemi sum alternativ til skíggjarnar.
”Tað hevur øgiliga nógv at siga, at tíð og orka verða sett av í tøttum samstarvi við næmingarnar at finna annað at gera í frítløtunum – til dømis borðspøl, ymiska ítróttaútgerð og tryggja, at næmingarnir, sum plagdu at leita eftir sosialum ugga í telefonunum, verða tiknir við í virksemið, sum nú eru í frítløtunum,” sigur ein limur.
Frítíðarskúlarnir telefonleysir?
Eftir skúlatíð hava børnini frí, men ikki frá reglunum um fartelefonir – fyri flestu viðkomandi. 59 prosent av skúlastýrislimunum svara, at somu telefonreglur eru galdandi í frítíðarskúlunum sum í skúlanum, meðan 19 prosent svara, at aðrar reglur eru galdandi. Ikki minni enn 20 prosent vita ikki, hvørjar reglur eru galdandi í frítíðarskúlanum. Fyri summar frítíðarskúlar eru reglurnar eitt sindur linari samanborið við í skúlunum, eitt nú kunnu børnini brúka fartelefonina ein hálvan tíma ella eina ávísa løtu á degnum.
”Frítíðarskúlin hevur ta regluna, at í grunddeildini og miðdeildini sleppa børnini ikki at brúka telefonina áðrenn klokkan 16. Fartelefonirnar verða tó ikki savnaðar inn, so reglurnar eru ikki eins strangar fyri øll børn. Sum heild eru reglurnar í frítíðarskúlunum ikki lýtaleysar,” sigur ein limur.
”Í grundini eru somu reglur í frítíðarskúlunum sum í skúlunum, men tær verða ikki hildnar líka væl. Viðhvørt sleppa børn at hava skíggja,” sigur ein.
Eru reglurnar í skúlunum lítið eftirmettar, eru tær uppaftur minni eftirmettar í frítíðarskúlunum. Ikki minni enn 40 prosent siga, at reglurnar ikki eru eftirmettar, men 37 prosent vita ikki.
Kelda: www.skoleborn.dk