Stabbamynd greinar

55 umsóknir til læraraútbúgvingina

Samanborið við undanfarin ár eru fáar umsóknir til læraraútbúgvingina; tað er bara í 2019 og í 2023, at tað hava verið færri umsóknir enn í ár; tey bæði árini vóru tað 52 umsóknir.

11.07.2025

Tað er ikki ein gongd, ið okkum dámar, at talið á umsóknum til læraraútbúgvingina er søguliga lágt. Tað eru 55 umsóknir til læraraútbúgvingina í ár. Í miðal hava 73 søkt til lærara, síðan útbúgvingin varð skipað sum bachelorlestur á Námsvísindadeildini í 2008, so í ár eru tað 18 færri enn eitt miðal ár.

Talið á umsóknum var søguliga lágt í 2019 og aftur í 2023, tá tað bara vóru 52 umsóknir. Síðan vaks talið til 84 í 2020, men gongdin frá 2020 til 2023 var tíverri, at talið á umsóknum lækkaði við umleið 10 ár eftir ár, til 52 aftur í 2023. Vit fegnaðust í fjør um, at tað aftur vóru fleiri, sum søktu til lærara, tí hava vit bíðað spent eftir talinum á umsóknum í ár.

Tá vit varnaðust lága talið á umsóknum á 52 í 2019, vóru vit stúrin, men longu í 2020 vóru aftur fleiri umsøkjarar. Gongdin, at talið á umsóknum bleiv minni ár eftir ár frá 2020 til 2023, órógvaði; tí vildu viðkomandi partar hyggja at, hvat vit kunnu gera til komandi ár, so vit aftur fingu fleiri umsóknir. Nú vit aftur hava fáar umsóknir, eiga allir partar at arbeiða fyri, at fleiri søkja á læraraútbúgvingina, tí tað hevur víst seg, at tey árini, tá tað eru nógvar umsóknir, so eru tað fleiri av teimum, ið verða tikin upptikin, ið gjøgnumføra læraraútbúgvingina og koma í starv sum lærarar.

Í miðal hava tað verið 73,4 umsóknir til læraraútbúgvingina árini frá 2008 til 2025, og tað árið, tað vóru flestar umsóknir, var í 2016, tá tað vóru 91 umsóknir. Talið av umsóknum er javnt lækkað síðan 2008. Fyrstu 10 árini, frá 2008 til 2017, vóru tað í miðal 79 umsóknir, meðan seinastu 10 árini hava tað verið 69 umsóknir, og seinastu fimm árini hava tað í miðal verið 64 umsóknir.

Talið á teimum, sum fáa miðnámsskúlaprógv, er minkað seinastu árini. Av hesum eru tað færri ung, sum kunnu fara undir víðari lestur. Læraraútbúgvingin er í kapping um tey lesandi, og seinnu árini eru fleiri nýggjar útbúgvingar á Setrinum, sum fáa nógva umrøðu, læruplássini tróta ikki, og arbeiðið er til allar hendur. Hesi viðurskifti ávirka eisini, hvussu nógvar umsóknir eru til læraraútbúgvingina.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni