Tíðindi

36 lærarar fingið prógv á Námsvísindadeildini

Fríggjadagin fingu 34 lærarar prógv á læraraútbúgvingini, 12 menn og 24 kvinnur.

01.07.2025

Síðan læraraútbúgvingin varð skipað sum B.Ed. á Námsvísindadeildini í 2012, hava 438 lokið prógv sum fólkaskúlalærari, 133 menn og 305 kvinnur. Tað svarar til 30 % menn og 70 % kvinnur, og býtið av monnum og kvinnum samsvarar við býtið í fólkaskúlanum, har ein uppteljing í 2023 vísti, at av lærarunum í fólkaskúlanum vóru 28 % menn og 72 % kvinnur.

Aftrat teimum, sum verða útbúgvin sum lærari á Námsvísindadeildini, verða nøkur eisini útbúgvin sum lærari í Danmark, umleið fimm á hvørjum ári.

Í Føroyum eru vit í tí góðu støðu, at vit útbúgva nóg nógvar lærarar til fólkaskúlan. Saman við Finnlandi eru Føroyar einasta Norðurlandið, sum hevur nóg nógvar útbúnar lærarar. Felags fyri hini Norðurlondini er, at tey útbúgva ov fáar lærarar til fólkaskúlan, og tey hava eisini ilt við at fáa nóg nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni