Tíðindi
15.07.2024
Í farnu viku fingu 298 umsøkjarar boð um, at tey hava fingið lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár. Lestrarskrivstovan á Setrinum hevur givið øllum umsøkjarum svar. Á heimasíðuni hjá Setrinum kunnu vit lesa, at nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss.
Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl:
Fólkaskúlalærari 7,5
Sjúkrarøktarfrøði 7,1
Lívfrøði 6,9
Mýlalívsvísindi 5,2
Námsfrøði 3,2
Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein grund er til tað. Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini.
Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Á heimasíðuni hjá Setrinum sæst yvirlit yvir tal á umsóknum og lutaðum lestrarplássum.
Kelda: setur.fo