Tíðindi

25 milliónir at fáa børn og ung at lesa meiri

Í Danmark eru tey í gongd við eina nýggja herferð, sum hevur til endamáls at fáa børn og ung at lesa meiri

28.05.2025

Við 25 milliónir krónum í játtan er ein nýggj herferð, sum hevur til endamáls at seta gongd í lesihugin hjá børnum og ungum í Danmark farin av bakkastokki. Málbólkurin er øll børn – frá teimum yngstu børnunum í barnagørðunum upp til elstu næmingarnar í fólkaskúlanum.

Lesiførleikin og lesihugurin hjá børnum í Danmark – og hjá okkum – hevur verið viknandi í nógv ár. Við herferðini, sum er partur av eini stórari verkætlan í fólkaskúlanum í Danmark, er vónin, at lesihugurin verður betri. Herferðin setir sjóneykuna á at fremja lesihugin av prentaðum bókum.

”Tað er eingin ivi um, at viknandi lesihugurin millum børn og ung gevur orsøk til stúran. Tá ið børn missa áhugan fyri bókum, missa tey ein týdningarmiklan veg til dýping, undran, vitan og stórar upplivingar. Tað eru tó ongar lættar loysnir at vinna uppmerksemið hjá børnum aftur, men saman við íløgum í prentaðar bøkur, útbúgving av lesivegleiðarunum í ymsum økjum og ymsum aftrat er ætlanin við hesi herferðini at lata eyguni hjá børnum upp fyri lesing,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Herferðin fór í gongd fyrst í árinum og er galdandi fram til 2034. Endamálið er, at so nógv børn í barnagarðs- og skúlaaldri sum til ber fáa gagn av henni. Umframt játtanina til sjálva herferðina fáa fólkabókasøvn og námsfrøðiligir deplar, harundir skúlabókasøvn, 22,8 milliónir krónur í játtan fyri at styrkja samstarvið millum skúlar og bókasøvn um bøkur og lesigleði; stórur partur av pengunum verður brúktur til keyp av bókum og miðling av bókmentum til børn. Sjey verkætlanir við talgildari bókasavnsmenning fáa eisini 2,2 milliónir krónur í stuðuli.

Um herferðina

Danska stjórin, tað er flokkarnir S, V og M og LA, KF, RV og DF gjørdu 19. mars 2024 eina semju um at fólkaskúlan; í hesi semjuni er lesiherferðin. Tað ber til at søkja um stuðul frá játtanini, bæði til almenn og privat átøk.

Kelda: uvm.dk

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni