Tíðindi
05.06.2025
Teir 24 skúlarnir fáa úr einum tíma upp í 30 tímar. Tríggir av skúlunum hava móttøkuflokkar. Teir eru Runavíkar kommunuskúli, hvørs móttøkuflokkur hevur gott og væl tvey ár á baki, og Skúlin í Eysturkommunu og Fuglafjarðar skúli, sum byrjaðu fyrst í hesum skúlaárinum. Hesir báðir seinnu er saman um móttøkuflokkin; annar hevur næmingarnar í miðdeildini og hin í hádeildini. Runavíkar kommunuskúli fær 30 undirvísingartímar og hinir báðir 20 tímar hvør.
Skal móttøkuflokkur setast á stovn, skulu í minsta lagi sjey næmingar vera. Tað kravið kann verða ringt at lúka. Í Sørvágs skúla vænta tey, at tey hava seks ella sjey næmingar komandi ár, sum tørvar miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
- Verða tað seks næmingar, ella verða tað sjey, sum ger, at vit lúka treytirnar fyri at seta á stovn móttøkuflokk, vita vit ikki í løtuni. Tað er í øllum førum ein alt ov stirvin skipan, at tað er ein spurningur um næmingatal, sum er avgerandi fyri, um vit kunnu geva teimum nøktandi undirvísing. Gloppið frá bólkaundirvísing, sum vit hava nú, upp til móttøkuflokk er alt ov stórt. Skipanin eigur at vera smidligari, soleiðis at skúlar, sum ikki hava móttøkuflokk, kunnu fáa betri umstøður. Vit hava undirvísingarskyldu saman hvar í heiminum, børnini koma frá, men vit kunnu ikki siga, at vit hava røkt hesa skylduna til fulnar, tá ið talan er um børn, sum tørvar føroyskt sum annaðmál. Ábyrgdin hjá okkum, samfelagnum, steðgar ikki, tá ið barnið er liðugt við fólkaskúlan. Í prinsippinum kunnu vit siga við øll, sum koma henda vegin, at vit hava ikki nóg nógvar tímar at geva teimum, soleiðis at tey fáa nøktandi førleikar at klára seg. Kunnu vit loyva okkum tað? Tað haldi eg ikki, segði Dania Niclasen, skúlastjóri í Sørvágs skúla við Skúlablaðið 24. apríl í ár.
Skúlar kunnu gera, sum tey gera í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, nevniliga samstarv um at seta móttøkuflokk á stovn. Móttøkuflokkurin í Runavíkar kommunuskúla hevur eisini næmingar úr øðrum skúlum.
Umframt hesar í alt 239 tímarnar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, fáa fimm skúlar tímar til ukrainskar næmingar, samanlagt 60 tímar. Eysturskúlin í Havn fær bróðurpartin, 35 tímar, til flokk, ið burturav er til ukrainskar næmingar. Hinir skúlarnir eru Skúlin á Fløtum, Skúlatrøð í Klaksvík, Skúlin við Løgmannabreyt og Tvøroyar skúli, sum deila 25 tímar.
Í Breddanum í Útvarpinum í fjør kom fram, at tað eru 120 børn í fólkaskúlanum, ið als ikki skilja føroyskt; harafturat koma øll tey, sum kenna nakað av føroyskum, men enn hava langt á mál fyri at kunna blíva ein virkin partur í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Sostatt eitt stórt tal, sum veksur alsamt.