Tíðindi

19 tillagað størv í fólkaskúlanum

Í yvirliti frá Undirvísingarstýrinum sæst, at tillagaðu størvini eru fleirfaldað síðan skúlaárið 2019-2020, úr sjey størvum upp í 19 størv skúlaárið, sum júst er liðugt.

09.10.2025

Í fólkaskúlanum eru umleið 19 tillagað størv. Tillagað starv er ætlað fólki við varandi skerdum arbeiðsføri. Skerjngin skal svara til í minsta lagi ein triðing av fullum arbeiðsføri. Arbeiðsførið er mett út frá, at viðkomandi út frá eini sosialfakligari meting ikki kann arbeiða undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum. Tilgongdin at fáa tillagað starv er, at Almannaverkið í samráð við læknan hjá viðkomandi starvsfólki mælir til tillagað starv. Almannaverkið rindar ein part av lønini og skúlin hin.

- Vanliga er tillagaða starvið ein varandi loysn, men tað kann í summum førum vera í eitt tíðarskeið. Er talan um lærara, er upplagt, at viðkomandi røkir ávísar uppgávur í skúlanum so nógvar tímar, ið viðkomandi megnar, sigur Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

Avtalað verður í hvørjum einstøkum føri, hvussu nógvar tímar viðkomandi arbeiðir; tað er ein faklig meting, sum Almannaverkið stendur fyri, sum ásetur metta arbeiðsførleikan. Hetta verður grundarlagið undir sáttmálanum millum Almannaverkið, skúlan og viðkomandi starvsfólk. Undirvísingarstýrið áteknar sáttmálan, sum so er grundarlagið fyri arbeiðinum hjá viðkomandi, til annað er avtalað. Tað er ikki óvanligt, at slíkir sáttmálar verða endurskoðaðir og tillagaðir við tíðini alt eftir broyttum førleikum hjá viðkomandi starvsfólki og grundað á royndirnar við serskipanini.

- Tað er ein avgjørdur fyrimunur fyri viðkomandi starvsfólk, at arbeiðsgevarin er við í tilgongdini frá byrjan og er sinnaður at gera tillagingar. Av tí sama er ikki neyðugt hjá viðkomandi starvsfólki at broyta yrkisleið, men kann halda fram innan verandi yrki. Tað eru onnur enn fólk við læraraútbúgving, sum er í tillagaðum starvi í fólkaskúlanum; hetta kunnu vera fólk við heilsutarnandi ella skerdum førleikum, sum kunnu røkja ávísar uppgávur fyri at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Undir øllum um støðum eru hetta fólk, sum kunnu gera skúlanum gagn, og uppgávur í skúlanum, sum kunnu gagna fólki í tillagaðum starvi. Tað skal geva meining fyri allar partar.

Í yvirliti frá Undirvísingarstýrinum sæst, at tillagaðu størvini eru fleirfaldað síðan skúlaárið 2019-2020, úr sjey størvum upp í 19 størv skúlaárið, sum júst er liðugt.

- Helst er ein partur av forkláringini, at vit hava fingið ein rúmligari arbeiðsmarknað, sum eisini rúmar teimum, sum ikki megna eitt vanligt starv.

Les samrøðu við Vagn Foldbo í Skúlablað nr 4, 2025.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni