Tíðindi
08.09.2022
Í fjør vóru teir níggju í tali, í ár eru teir ellivu, og komandi skúlaár verða teir í minsta lagi 16. Elsti forskúlin hevur hálvt hundrað ár á baki, síðan gingu nógv ár, til annar forskúlin kom í Eysturkommunu fyri umleið 12 árum síðan. Síðan eru fleiri lagdir aftrat.
Hóast forskúlarnir gerast fleiri í tali, er talið á forskúlabørnum nøkulunda støðugt. Hetta skúlaárið ganga 226 børn í forskúlunum kring landið. Í fjør var talið 244 og árið fyri 255. Skúlaárið 2019-2020 var talið 187.
Forskúli er á Eiði, í Frískúlanum Keldan í Skálafirði, í Kaldbak, í Lítlaskúla í Havn, í Nólsoyar skúla, í Runavíkar skúla, í Sankta Frans skúla, sum er tann elsti, í Skála skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Eysturkommunu. Størsti forskúlin er í Skúlanum á Fløtum í Havn, har 53 børn eru.
Sambært fólkaskúlalógini, sum varð sett í gildi 1. august 1998, kunnu kommunur fáa loyvi at seta á stovn forskúlaflokk eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Harumframt leggur lógin áherðslu á rættin hjá barninum at koma í forskúla, har ásett er, at um kommunan hevur sett á stovn forskúla, so skal barnið eftir áheitan frá foreldrunum, verða skrivað inn í forskúlan í tí álmanakkaári, ið barnið fyllir seks ár ella seinni. Eisini er ásett, at í teimum kommunum, sum ikki hava møguleika at stovna sjalvstøðugan forskúlaflokk, so skal barnið fáa høvi at koma í 1. flokk, og at undirvísingin í teimum smáu skúlunum í forskúlaflokki, 1. og 2. skúlaári kann verða samskipað.
Uttanríkis- og mentamálaráðið er eftirlitsmyndugleiki, tá ið talan er um alt skúlaverkið, eisini forskúla.