Tíðindi

Ætlar Løgtingið at taka av hámarkið fyri floksstøddina í fólkaskúlanum?

Verður uppskotið um ásetingar um næmingatal í hvørjum flokki samtykt, missa vit ásetingina í fólkaskúlalógini, ið tryggjar eitt hámark fyri floksstøddina. Tað sigur nevndin í Føroya Lærarafelag.

16.05.2024

Galdandi fólkaskúlalóg ásetur eitt hámark fyri floksstøddina. Í § 20 er ásett, at “Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum”. Hendan áseting er trygdin fyri, at tað ikki eru 28 ella 30 næmingar í hvørjum flokki.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið bar uppskot um ásetingar um næmingatal í hvørjum flokki niðan í Løgtingið í mars, har endamálið við uppskotinum var at lækka floksstøddina úr 24 næmingum til 20 næmingar, men sum uppskotið er orðað, so er eingin trygd fyri einum hámarki fyri næmingatalinum í flokkinum.

Mentanarnevndin hevur skrivað álit í málinum. Í álitinum er broytingaruppskot um ásetingina um næmingatal í hvørjum flokki. Broytingaruppskotið er orðað soleiðis: “Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 22 við skúlaársbyrjan, sum er hámarkið, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar.”

Um Løgtingið samtykkir hesa orðing, fer Løgtingið at lata skúlaleiðaranum heimildina at gera av, um ein flokkur skal býtast í tveir flokkar ella ikki, tá næmingatalið fer upp um 22 næmingar, hetta hóast Løgtingið ynskir at staðfesta, at 22 er hámarkið fyri næmingatali í einum flokki. Hetta tykist løgið og ein andsøgn í sjálvum sær, tí samstundis, sum ásett verður eitt hámark, fær skúlaleiðarin uttan nakra avmarking, heimild til at víkja frá hesum hámarki. Er tað veruliga tað, sum Løgtingið ynskir?

Lógaruppskotið er ætlað at minka um floksstøddina frá 24 til 22 næmingar, so at næmingarnir sleppa at vera undirvístir í smærri flokkum, og at lærarin hevur betri stundir til hvønn næmingin. Hetta uppskot gevur ikki næmingunum trygd fyri smærri flokkum, men latið verður upp fyri, at vit fáa størri flokkar, tí mælir Føroya Lærarafelag frá, at uppskotið verður samtykt, sum tað fyriliggur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni