Tíðindi

Útbúgvingin hevur givið okkum førleikan at skilja og fevna tilflytaran

Hon hevur givið okkum førleika at virða vitan og tilfeingi teirra, vísa áhuga fyri mentan og móðurmáli teirra, umframt at birta teirra áhuga fyri okkara mentan og móðurmáli. Tað segði Durita J. Jacobsen, lærari í føroyskum sum annaðmál, tá hon helt røðu í sambandi við prógvhandanina

27.06.2024

Ein skjótt vaksandi partur av føroysku borgarunum er tví- ella fleirmæltir. Sambært Hagstovuni búgva fólk úr 132 ymiskum londum í Føroyum. Hesi hava ymisk móðurmál, øðrvísi mentanarvirði og fjølbroyttar dygdir við sær til Føroya. Ein skjótt vaksandi bólkur er tví- og fleirmæltu børn teirra í øllum aldri. Dagstovnar og skúlaverkið skulu, sambært lógini, tryggja holla stimbran og undirvísing, soleiðis at hesi læra at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt.

Niðanfyri prenta vit við loyvi frá Duritu J. Jacobsen røðuna, sum hon helt í Kongshøll í sambandi við próvhandanina 9. februar í ár, tá 20 lærarar fingu prógv í undirvísingin í føroyskum sum annaðmál:

Góðu áhoyrarar; takk fyri heiðurin at sleppa at flyta fram røðu vegna flokkin!

So upprann dagurin, har vit 20, ið seinastu tvey og eitt hálvt árini hava lisið føroyskt sum annaðmál á Setrinum, standa við prógvi í hond og veruliga kunnu kalla okkum útbúnar lærarar við hollum kunnleika innan økið at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Hesi árini hava verið lærurík, og vit eru takksom fyri, at okkum hevur unst at fáa holla undirvísing frá lektarum av Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Námsvísindadeildini og av hægri læristovnum úr Bretlandi, Danmark og Íslandi.

Útbúgvingin er á høgum støði, og útbúgvingarleiðarin, Elisabeth Holm, hevur framt eitt megnar avrik at samanseta eina útbúgving, ið fevnir breiðari enn bara føroyskt mál. Útbúgvingin hevur givið okkum førleikan at skilja og fevna tilflytaran, virða vitan og tilfeingi teirra, vísa áhuga fyri mentan og móðurmáli teirra, umframt at birta teirra áhuga fyri okkara mentan og móðurmáli.

Útbúgvingin er bygd á gransking og fevnir breitt málsliga, námsfrøðiliga, sálarfrøðiliga og samfelagsliga. Áhugaverd gransking, læruríkar greinar, vælskrivaðar fakbøkur, blandað við mennandi undirvísing og gevandi kjaki. Útbúgvingin hevur givið okkum innlit í eina størri heild kring einstaka tilflytaran og økt okkara vitan um, hvat ávirkar málsligu og persónligu menningina hjá tí einstaka, tá nýtt mál skal lærast.

Um vit siga, at tilgongdin hevur verið nemm, so siga vit ósatt, tí onkur okkara helt fyri, at í løtum kendist tað, sum at klúgva upp á Mount Everest. Til tíðir drúgt, og til tíðir strævið. Men tíðin á loftinum á Føroyamansdeildini hevur verið avbera góð og lærurík. Drekkamunnar og gevandi samveran hava søtað okkum tilveruna, tá ivin spøkti, um vit nakrantíð fóru at náa hesum fjallatoppi. Samanhald, mentaðir lektarar, hart arbeiði við Elisabeth Holm á odda, hava ført okkum á mál. 

Í dag standa vit á Mount Everest. Vit hava yvirblikk, servitan, og kenna okkum ílatin at gera Føroyar til eitt enn betri land – eisini fyri tilflytarar, ið vilja læra seg føroyskt.

Í farnu øld var tað serstakt at síggja og møta tilflytarum í Føroyum av øðrum uppruna enn tí skandinaviska. Soleiðis er ikki longur. Føroyar eru, eins og globaliseraðu londini runt okkum, settar á heimskortið, alheimsgjørdar við etniskum fjølbroytni og ymisleikum av øllum slagi. Føroyar eru eitt oyggjasamfelag í broyting, tær eru ikki longur eitt homogent samfelag, men heldur eitt heterogent og fjølbroytt samfelag, tá viðvíkur fólkasløgum, átrúnaði, mentanum og ymiskum talumálum.

Ein skjótt vaksandi partur av føroysku borgarunum er tví- ella fleirmæltir. Sambært Hagstovuni búgva fólk úr 132 ymiskum londum í Føroyum (Muller J, 2023). Hesi hava ymisk móðurmál, øðrvísi mentanarvirði og fjølbroyttar dygdir við sær til Føroya. Ein skjótt vaksandi bólkur er tví- og fleirmæltu børn teirra í øllum aldri. Dagstovnar og skúlaverkið skulu, sambært lógini, tryggja holla stimbran og undirvísing, soleiðis at hesi læra at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt.

Ein av okkara mest siteraðu granskarum innan økið, Jim Cummins, sigur, at yngri mann er, skjótari lærir mann eitt nýtt mál. Men hvat er skjótt? Gransking sigur, at tað tekur 2 ár at læra seg dagliga talu, og 5-7 ár at læra seg fakmál. Gransking sigur eisini, at læring fer fram, um tilflytarin eru í støðugum sambandi við nýggja málið.

Í Føroyum eru vit røsk at seta tilflytarar at arbeiða í vinnugeirum, har tey hvørki hoyra ella tosa føroyskt – har tey arbeiða við hoyrivernd ella smátalarum í oyrunum – við hamara, flekingarknívi ella moppu í hond. Har tey nýta hendurnar og í minni mun nýtast at samskifta. Hendur teirra hjálpa okkum at fylla nógvu tøku arbeiðsplássini, hendur teirra taka fyri, tá vit gjalda okkara bensin, hendur teirra bera okkum matin, tá vit bíleggja á matstovum, hendur teirra byggja okkara hotel, vaska okkara gólv og flekja okkara laks.

Í hesum døgum gongur kjakið heitt, um Kringvarpið áhaldandi skal seta pening av at týða føroysk tíðindi til enskt mál. Hildið verður, at hendan tænasta er ov dýr, og at Kringvarpsgjaldið, ið tilflytararar eru noyddir at gjalda, verður betur gagnnýtt á øðrum øki. Røddir eru frammi, ið siga: at TEY áttu at tikið seg saman og lært seg føroyskt ...

Gamaní, áttu allir tilflytarar lært seg føroyskt – men eru karmarnir fyri hesum nøktandi?

Geva vit teimum møguleikan at læra? Játtar politiski myndugleikin nóg mikið av peningi til endamálið? Eru nóg nógvir útbúnir lærarar innan økið? Tekur meinigi føroyingurin sær tíð at læra tey? Vísa vit teimum áhuga? Spyrja vit eftir teirra máli og mentan? Vilja vit, at tey skulu læra seg føroyskt og vísa okkara mentan áhuga, mugu vit eisini vísa teimum áhuga – tað má ganga báðar vegir.

Ein tilflytari segði mær: Eg havi við stórum áhuga lisið um Føroyar á enskum, meðan eg havi lært meg føroyskt. Soleiðis havi eg lært meg føroyskt mál og samstundis kunnað meg um føroysk viðurskifti. Viðkomandi sipaði til ensku tíðindasíðuna hjá Kringvarpinum.

Víst verður til talgildar umsetingartænastur. Mett verður, at hesir platformar megna eins væl og hjartagóðir føroyingar at umseta og geva tilflytarum kunning og tíðindi um Føroyar. Vit gera bara Avatarfigurar, ið kunnu tosa málini, ið tilflytararnir tosa, so er trupulleikin loystur.

Avatarfigurar kunnu lesa teimum veðurtíðindi, Google Translate kann umseta teimum tíðindagreinar, Google Maps kann fortelja teimum, hvar læknamiðstøðin og Útlendingastovan er, VitLíki kann greiða teimum frá skattaviðurskiftum og almennum tænastum í Føroyum ...  og tað, ið manglar í, ja, tað kann Sprotin orðna.

Skal tilflytarin vilja læra seg føroyskt og kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, skulu hjartagóðar og fjálgar tænastur til – ikki talgildir kaldir robottar.

Undanfarni løgmaður segði í nýggjársrøðuni í 2021 – eg endurgevi:

Og eg vil nú eisini heita á allar føroyingar. Latið okkum í komandi árinum rætta tilflytarum hondina. Latið okkum bjóða teimum ein drekkamunn. Taka tey við á flot ella í fjøllini. Og afturímóti læra meiri um tey. Vit mugu øll bjóða teimum við, skulu tey gerast partur av okkum.

Google Translate hevur ikki fjálgar hjálpandi hendur, ið taka tey við á flot – Google Translate er eitt talgilt hjálpiamboð, ið ongar kenslur hevur.

Vitlíki hevur ikki eitt heitt, vinarligt hjarta, ið bjóðar teimum ein drekkamunn ella tekur tey við í fjøllini – Vitlíki er ein yvirklókur kaldur heili, ið búleikast onkustaðni  í skýnum.

Google Maps hevur ikki hendur, ið kunnu peika teimum til vinstru ella høgru – Google Maps teknar automatiseraðar strikur á skermkortið og hartar kaldliga, um farið verður skeivt.

ChatGPT er ein alvitandi robottur – hann spyr ikki, hvussu tey hava tað, hvaðani tey eru, hvør teirra útbúgving er, ella um hann átti at hjálpt teimum at lært seg føroyskt.

Sprotin er hentur at heita á, men er ókenda sagnorðið ikki bent í navnhátti ella ókenda navnorðið ikki siterað í hvørfalli eintali, kann vælútgjørda orðabókaappin ikki hjálpa.

Skal tilflytarin integrerast og taka føroyskt og Føroyar til sín, mugu menniskjasambond og fjálgar hendur til. Vit eiga við okkara gestablídni og forvitna lyndi, ikki bert at fortelja um okkara grindadráp, okkara ræsta fisk, okkara James Bond og okkara vøkru náttúru, men eisini at spyrja tilflytaran um teirra siðir og gerandisdag.

Integrering er ikki, at tilflytarin parkerar sína mentan og sítt móðurmál hjá tollaranum í Vágum og strembar eftir at gerast okkum so lík sum tilber – henda støða er meiri assimilering enn integrering. Sonn integratión er, tá tilflytarin ikki missir seg sjálvan burtur í nýggja gerandisdegnum, men leggur okkara mál og mentan aftrat tí, hann longu er og hevur.

Føroyingar kunnu læra nógv frá nýføringunum. Teir koma við tilfeingi til okkara samfelag. Granskarin, Bonny Norton, sigur, at tey koma við kapitali til okkara land. Verða tey veruliga integrerað, kemur kapitalur og tilfeingi teirra føroyska samfelagnum til góða.

Nýføroyingarnir økjast í tali fyri hvønn dag. Vilja vit okkara máli, tilflytarum og samfelagi væl, mugu politikkarar raðfesta neyðuga fígging til integratión, gransking og málsliga undirvísing. Mín vón er, at við teimum royndum, sum Setrið nú hevur gjørt sær, verður útbúgvingin boðin út av nýggjum, tí tørvurin á útbúnum lærarum er stórur og langt frá nøktaður. Tað krevur politiska raðfesting og fígging. Vit ynskja at takka Setrinum fyri útbúgvingarmøguleikan og gleða okkum at síggja fleiri lærarar leggjast aftrat okkum við hesi útbúgving.

At enda vilja vit at takka Elisabeth, ið er neyv, væl planløgd og brennur fyri FSA-økinum. Takk at tú hevur verið okkara samskipari, undirvísari og vegleiðari. Tá ið á hevur staðið, hevur tú altíð verið tøk og fús at hjálpa. Tú hevur verið við hvønn einasta tíma øll 5 semestrini og hevur soleiðis verið okkara fakligi fylgjari, ið hevur fingið alt at hanga saman og at ganga upp í eina heild. Tað hevur tú stóra tøkk uppiborið fyri.

Takk fyri

Mynd: setur.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni