Tíðindi
27.09.2024
Umleið helmingurin av næmingunum í Akershus, Østfold og Buskerud í Noregi súkkla ella ganga í skúla. Tað kemur fram í kanningini, sum var gjørd fyrr í ár í Viken kommunu í Noregi. Hetta er fyrsta ferðavanakanningin, sum er gjørd millum ungfólk í hádeild í fólkaskúlanum og miðnámsskúlum í Noregi.
Í Noregi hava tey sett sær málið, at 80 prosent av børnum og ungum millum 6 og 15 ár, sum ikki hava longri enn fýra kikometrar í skúla, skulu súkkla ella ganga í skúla. Kanningin vísir sostatt, at málið er ikki rokkið enn.
Fáir næmingar verða koyrdir
Úrslitini av áðurnevndu kanning vísa, at meiri enn helmingurin av næmingunum í teimum elstu deildunum í fólkaskúlanum súkkla ella ganga í skúla summarhálvárið. Umleið ein triðingur ferðast við almennum flutningstólum, og sjey prosent verða koyrd. Á miðnámi er tað níggju prosent, sum verða koyrd, og sjey prosent, sum koyra í egnum bili. Samanbera vit við úrslitini frá samsvarandi kanningum, sum eru gjørdar millum yngri børn í Viken kommunu (Opinion 2022), er tað fyrst og fremst færri, sum í dag verða koyrd í skúla.
– Tað er áhugavert, at tað eru so fá, sum verða koyrd. Vit høvdu væntað, at tey vóru fleiri, sigur Ingunn Opheim Ellis, ráðgevi í Instituttinum fyri Flutningsbúskaparfrøði (TØI).
Seks av tíggju av elstu næmingunum ferðast við almennari ferðslu
Næmingar, sum ganga í teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum ella miðnámi, hava vanliga í miðal longri veg í skúla. Tað er sannlíkt orsøkin til, at fleiri næmingar – seks av tíggju – brúka almenna ferðslu. Ein neyvari greining vísir, at 30 prosent av næmingunum í hádeildini ganga í skúla summarhálvárið. Tað er meiri enn talan er um um veturin. Um summarið súkkla fleiri eisini samanborið við um veturin. Eins nógv súkkla sum brúka buss ella tok – 20 prosent. Um summarið brúka 10 prosent el-rennihjól.
Tey flestu halda, at skúlavegurin er tryggur, tá ið talan er um ferðslu.
Tríggir av tíggju dreingum súkkla
Tað er stórur munur á vanum hjá gentum og dreingjum, tá ið talan er um, hvussu tú velur at koma aftur og fram í skúla í Viken kommunu. Ikki minst millum tey elstu. Gentur ganga meiri, brúka oftari almenna ferðslu og verða í størri mun koyrdar enn dreingir. Dreingir hinvegin súkkla oftari enn gentur, bæði í elstu fólkaskúlaflokkunum og miðnámi. Í summarhálvuni súkkla 30 prosent av dreingjunum, men samsvarandi er bara talan um 11 prosent fyri genturnar í elstu flokkunum
– Sjálvt um fleiri aðrar kanningar eisini vísa, at dreingir súkkla oftari enn gentur, er hesin munurin, sum vit síggja í nýggju kanningini, størri enn vit høvdu roknað við, sigur Ingunn Opheim Ellis.
Tey, sum súkkla summarhálvuna, fækkast munandi vetrarhálvuna. Flestu teirra, sum gevast at súkkla, ganga í staðin.
Kelda: forskning.fo