Tíðindi

Útiskúli motiverar næmingar meiri enn undirvísing í skúlastovu

Næmingar trívast betur, læra líka nógv og røra seg meiri, tá ið teir javnan fáa undirvísing uttandura

22.10.2021

At undirvísa uttandura ljóðar kanska ikki so freistandi havandi í huga, at lærarar hava roynt tað í stóran mun, tá ið korona herjaði á, og neyðugt var at finna øðrvísi møguleikar at savna næmingar til undirvísing. Men gransking vísir, at tað er eitt sera gott hugskot at hava undirvísing úti í náttúruni ella uttandura.

Størstu vísindaligu royndirnar, sum eru taka støði í útiskúla, vístu, at børn vórðu meiri motiverað, tá ið tey fingu umleið fimm tímar undirvísing uttandura um vikuna.

Útiskúlabørn trívast betur

Trivnaðurin hjá børnum gjørdist eisini betri. Tey fingu nýggjar vinir, rørdu seg meiri og dugdu betur at lesa samanborið við børn, sum vóru meiri í vanligum skúlastovum, vístu royndirnar, sum tóku støði í 48 flokkum í miðdeildini í 18 skúlum í Danmark. 28 av flokkunum høvdu útiskúla.

– Tá ið eg fór undir at arbeiða við útiskúla, stúrdi eg fyri, um næmingarnir fóru at læra tað, teir skuldu. Men granskingin vísir, at tað økir um motivatiónina at hava útiskúla, sigur Erik Mygind, sum hevur granskað í útiskúlum síðan síðst í 1900-talinum og er ein av teimum, sum hevur staðið fyri royndunum.

– Tað sær út til, at næmingarnir læra eitt sindur meiri og fáa eitt annað slag av vitan, tá ið vanlig innandura undirvísing verður sett saman við útiskúla – teir læra í øllum førum ikki minni, sigur hann. Mygind er granskari á Keypmannahavnar Universiteti.

Útiskúli hjálpti børnum

Í granskingarverkætlanini TEACHOUT, sum Erik Mygind stóð á odda fyri, gjørdu granskararnir fleiri royndir. Teir samanbóru 3.-6. flokkar, sum í eitt ár fingu undirvísing aðrastaðni enn í skúlanum umleið 5 tímar um vikuna, við flokkar, sum fingu vanliga undirvísing í skúla. Trivnaður, faklig avrik, motivatión, likamligt virkni og sosial sambond vórðu mátað áðrenn skúlaárið byrjaði, og eftir at tað var liðugt.

Royndirnar, sum eru almannakunngjørdar í fleiri vísindaligum tíðarritum, vístu hetta:

* Børn í útiskúla læru í minsta lagi líka nógv: næmingar við vanligari undirvísing í skúla skoraðu hægri í lesiroyndum. Ein fimtingur av útiskúlaflokkunum fingu undirvísing í rokning úti. Teir kláraðu seg líka væl í rokniroyndum, sum næmingar, sum fingu undirvísing í skúlastovuni.

* Motivatiónin var hægri hjá næmingum í útiskúla: Granskararnir mátaðu innaru motivatiónina at gera skúlating. Sama hvussu næmingarnir vóru fyri sosialt og tá ið talan var um fíggjarligu støðuna hjá familjuni, minkaði motivatiónin í skúlaárinum hjá flokkunum, samanborið var við hjá teimum, sum sjáldan vóru úti. Børn, sum javnan vóru í útiskúla, hildu fast við motivatiónina.

* Børn í útiskúla trivust betur: Granskararnir mátaðu sálarheilsuna hjá børnum fyri og eftir skúlaárið – eftir einum viðurkendum mátistokki, sum eigur Strength and Difficulties Questionnaire (SDQ). Útiskúlabørn trivust betur sosial enn tey, sum fingu vanliga undirvísing. Trivnaðurin batnaði munandi, tá ið børn vóru í útiskúla fleiri tímar hvørja viku.

* Børn í útiskúla fingu fleiri relatiónir: Børn, sum vóru í minsta lagi fimm tímar um vikuna í útiskúla, fingu fleiri relatiónir og vinaløg í flokkinum samanborið við børn í flokki, sum fingu vanliga undirvísing.

* Dreingir í útiskúla rørdu seg meiri: Í eini roynd, har 16 útiskúlaflokkar vórðu bornir saman við næmingar í vanligum flokki, mátaðu granskarar, hvussu nógv næmingarnir rørdu seg. Dreingir í útiskúla vóru virknari í miðal 20 minuttir meiri um dagin hvønn dag, samanborið við dreingir, sum ikki vóru í útiskúla; hjá gentunum var munurin ikki so stórur.

Útiskúli

Útiskúli er ein undirvísingarháttur, sum hevur til endamáls, at næmingarnar fleiri tímar hvørja viku fáa undirvísing uttan fyri skúlastovuna. Tað kann vera í náttúruni, í bygdarlagnum ella býnum, á søvnum ella aðra staðni.

Tankin er, at kroppur og sansir kanna, testa og saman leita eftir vitan og virknir brúka umstøðurnar.

Tað er gamal námsfrøðiligur lærdómur, at vit minnast betur ymiskt, tá ið kroppur og sansir verða aktiveraðir. Ein fimtingur av fólkaskúlunum í Danmark hava regluliga útiskúla.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.