Tíðindi

Úrslitagóð viðgerð fyri ungfólk við ógvisligari atferð

Ein kanning vísir, at fáa ungfólk, sum fremja harðskap, eru bundin av rúsevni og sum hava eina atferð, ið er merkt av ógvisligari atferð, MST-viðgerð, so kunnu tey fóta sær aftur í lívinum.

04.06.2021

Multisystemisk terapi (MST) er ætlað ungfólki í aldrinum 12-18 ár, sum hava eina atferð, sum í sera stóran mun brýtur við allar normar. Tað kann snúgva sum um ungfólk, sum eru harðlig og hava eina sera ógvisliga atferð, ungfólk, sum hava stórar trupulleikar í skúlanum, ungfólk, sum nýta rúsevni ella sum hava vinir, ið hava eina áhepna ávirkan á tey.

Viðgerðin hevur havt góð úrslit í Noregi og altjóða; eldri kanningar vísa eisini, at viðgerðarhátturin er munadyggur, tá ið talan er um júst hesi ungfólkini.

Frábrigdi

Tey, ið granska í hesum viðurskiftum, hava tó tørv á at skilja betur, hvussu viðgerðin roynist og fyri hvønn.

– Tað er sera umráðandi, tá ið talan er um henda háttin at viðgera, at tað verður lagt upp fyri, hvat er best fyri børnini, tey ungu og familjur teirra, sigur Knut Taraldsen, serráðgevi við menningardepilin fyri børn (NUBU). Hann er ein av rithøvundunum, ið hava staðið fyri at kanna, hvørt minnilutabakgrund, kyn og aldur kunnu siga nakað um, hvussu hesin hátturin roynist eftir eina tíð. Kanningin er avmarkað til tey 88 prosentini av familjunum, sum fullførdu alla viðgerðina.

Viðgeri til taks 24/7

MST-viðgerin er í sambandi við familjurnar heima hjá teimum ymisk tíðarbil. Viðgerðartilboðið verður skraddaraseymað til einstøku familjuna. Familjurnar hava møguleika at seta seg í samband við viðgeran, um tørvur er á tí, 24 tímar um samdøgrið, sjey dagar um vikuna. Viðgerðin varir vanliga úr trimum til fimm mánaðir, men hon endar fyrr, um málini eru rokkin. Málið fyri viðgerðina er, at ungfólkini og familjurnar hava tað gott saman, og at tey ikki hava álvarsligar avbjóðingar.

Hesi viðurskiftini eru umráðandi:

Um ungdómurin vil sleppa undan at verða tikin úr heimi sínum
Um ungdómurin gongur í skúla ella hevur arbeiði
Um ungdómurin fremur lógarbrot
Um ungdómurin er misnýtari
Um ungdómurin fremur harðskap ella hóttanir

Úrslitini av viðgerðini verða eftirmett fimm ferðir í tíðarbilinum, viðgerðin varir, tað er í 18 mánaðir.

– Munurin á altjóða dátu og norskari dátu er, at norska kanningin ikki bara tekur støði í, hvussu næmingurin klárar seg eftir at tíðarbilið við MST-viðgerðini er liðugt, men at tað eisini verður hugt at, hvussu næmingurin hevur tað og klárar seg, tá ið tíðarbilið byrjar, og síðan eina tíð eftir, at viðgerðin er av. Tað hevur givið okkum betri innlit í, hvussu viðgerðin riggar og til hvønn, sigur Serap Keles, granskari við Universitetið í Stavanger.

Av tí at ungfólk eru ymisk, og øll ikki hava sama gagn av viðgerðini, verða ymisk viðurskifti kannað niður í smálutir, soleiðis at kanningin kann gerast meiri miðvís og tí eisini munadyggari hjá teimum, sum hava ógvisliga normbrótandi atferð.

Hjá teimum flestu, ið hava fingið MST-viðgerð, er talan um góð og varandi úrslit.

* Hvørki kyn, aldur ella minnilutabakgrund siga nakað um, hvørt unga fólkið býr heima eftir lokna viðgerð. Her er talan um eins góð úrslit fyri allan ungdóm.
* Aldur kann siga nakað um, um unga fólkið gongur í skúla ella arbeiðir. Sannlíkindini eru størri fyri varandi bata, yngri ungfólkini eru.
* Tá ið talan er um lógarbrot, síggjast flestu batarnir hjá gentum.
* Eisini tá ið talan er um at koma burtur úr rúsevnismisnýtslu klára gentur seg betur enn dreingir.
* Somuleiðis tá ið talan er um at koma burtur úr harðskapi klára genturnar seg betur.

Umráðandi at seta inn tíðliga

Kanningin vísir, at yngri ungfólkini eru, lættari er at broyta atferð, tá ið talan er um skúla, arbeiði og rúsevnismisnýtslu. Tað vísir, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er at seta inn tíðliga.

– Jú longri tíð trupulleikarnir sleppa at halda á, jú álvarsamari gerast teir, og jú meiri spjaða teir seg inn í øll viðurskifti hjá teimum ungu. Tí er umráðandi, at familjurnar fáa hjálp tíðliga, meðan trupulleikarnir eru lutfalsliga avmarkaðir, sigur Taraldsen.

1674 ungfólk og familjur gjøgnumførdu kanningina
60,7 prosent av luttakarunum vóru dreingir og 39,3 prosent gentur
87,3 prosent høvdu ikki minnilutabakgrund
12,7 prosent vóru fyrsta ella annað ættarlið eftir tilflytarar
Ungfólkini við minnilutabakgrund komu úr Asia (36,6 prosent), Evropa (30 prosent) ella Afrika (13,6 prosent).

Les meiri her:

https://forskning.no/barn-og-ungdom-nasjonalt-utviklingssenter-for-barn-og-unge-nubu-partner/virksom-behandling-for-ungdom-med-utagerende-atferd/1825231

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.