Tíðindi

Øll Norðurlond lesa í felag dagarnar 13.-19. november!

Norðurlendski bókmentafelagsskapurin kemur í hæddina í november, tá vit tendra livandi ljós, og um somu tíð lesa sama norðurlendska skaldskapin um øll Norður- og Baltalond. Mánadagin 13. november savnast yvir 120 000, børn, ung og vaksin fyri at taka lut í størsta norðurlendska upplestrartiltaki. Fyri 21. ferð skipa Norrønu Feløgini fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni til frama fyri norðurlendskar bókmentir og fyri at halda í hevd, tað at siga søgur.

08.11.2017

”At lurta eftir søgum gevur okkum ein skáa frá rokaliga gerandisdegnum, ið annars er merktur av telefonum og teldum. Upplesturin gevur okkum møguleika at fara inn í ein annan heim, - bókaheimin. Felagsskapurin, ið stendst av at lesa sama tekst  í meiri enn 14 ymiskum londum samstundis, er ómetaligur, og skapar hann eitt heilt serligt norðurlendskt samband”  -  Anne Malmström, verkætlanarleiðari, Norðurlendsk bókasavnsvika.

Í ár hátíðarhalda vit 100 ára dag Finnlands, og hava tí valt finskar bøkur til uppelesturin. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær hava ”Oyggjar í Norðurlondum” sum evni. Skattaoyggin er bókin, ið tey yngstu børnini fáa at hoyra. Bókina hevur ein av kendastu barnabókarithøvundunum í Finnlandi, Mauri Kunnas skrivað og teknað. Fyri tey ungu hava vit valt ta vælumtóktu fantasyskaldsøguna Maresi, sum finnlandssvenska Maria Turtschaninoff hevur skrivað, og sum er givin út í 22 londum. Álendski rithøvundurin Ulla-Lena Lundberg hevur skrivað bókina Is, ið vit fara at lesa fyri teimum vaksnu. Is hevur fingið fleiri virðislønir, og var eisini í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Norðurlendska bókasavnsvikan er vikan, ið er rokað við bókmentum, upplestri, framsýningum, kjaki og øðrum mentanarupplivingum. Hon vendir sær til eitt túsundtal av børnum, ungum og vaksnum og verður hildin á bókasøvnum, skúlum og øðrum mentanarstovnum kring øll Norður- og Baltalond. Hesa vikuna seta vit tað norðurlendska í brennidepilin. Kanska verður skipað fyri upplestri í tínum grannalag? Tí eisini í Føroyum taka bókasøvn, skúlar og dagstovnar lut. Úr Grønlandi fyri vestan til Hvítarusslands fyri eystan skipa smáir og stórir stovnar fyri upplestri sum liður í Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2017.

Tendrið livandi ljós og lesið upp úr bók, tá vit halda Norðurlendsku bókasavnsviku!

Gjøllari kunning og pressumyndir fáast á heimasíðuni: www.bibliotek.org

Norrønu Feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni, ið verður stuðlað av Norðurlendska ráðharraráðnum.

SAMBAND

Verkætlanarleiðari                                                                                                       
Anne Malmström                                                                                                        

Föreningarna Nordens Förbund                                                                                   
T-postur: anne@fnfnorden.org                                                                                     
Tlf: +45 53 69 30 66             

 

Samband í Føroyum

Marjun Patursson

Norrøna Felagið

T-postur: mava@kallnet.fo

Tlf. +298 516274                  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.