Tíðindi

Øll eiga rættin at trívast og mennast í fólkaskúlanum

Trivnaður og menning ganga hond í hond. Skulu næmingarnir í fólkaskúlanum mennast persónliga og fakliga, so er neyðugt, at teir trívast í skúlanum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

27.10.2015

 

“Happing mennir ongan” er yvirskrift hjá Høgna Mohr í grein í Skúlablaðnum nr. 4/2015. Hesa yvirskriftina havi eg fleiri ferðir vent aftur til, tí happing er eitt av stóru skýggjunum, ið skugga fyri trivnaðinum hjá næmingunum. Tí er tað gott, at MMR og Nám í løtuni skipa fyri fleiri átøkum, ið viðgera happing í fólkaskúlanum. Av tiltøkunum um happing kunnu m.a. nevnast faldarin um happing, evnisdagur í skúlunum um happing, ráðstevnudagur fyri lærarar um trivnað hjá næmingunum og temasíða um happing á snar.fo. Hesi tiltøk eru góð, væl skipað og fáa veruliga sett happing á dagsskránna í skúlanum og í samfelagnum.

 

Einstøk tiltøk eru góð, men ein týðandi liður í at fyribyrgja happing fer fram í dagliga arbeiðinum við trivnaði í skúlanum. Eitt gott amboð at bøta um trivnaðin er afturat vanligu undirvísingini at skipa annað virksemi í flokkinum. So sum seturskúlar, útferðir, vitjanir, hugnakvøld, verkætlanararbeiði og evnisarbeiði, næmingasamrøður og skúla-heim samstarv. Á henda hátt læra næmingarnir hvør annan at kenna á ein øðrvísi hátt og í einum øðrum samanhangi enn í dagligu undirvísingini. Sambond millum næmingar mennast og trivnaðurin í flokkinum og hjá tí einstaka gerst betur.

 

Alt virksemið hjá lærarunum, ið brýtur frá vanligu undirvísingini, kemur undir “Annað virksemi” í arbeiðstíðini. Tíðin, ið fólkaskúlarnir samlað hava fingið játtaða til “Annað virksemi”, er í hesum skúlaárinum skorin niður í eina helvt, samanborið við undanfarna skúlaár. Lærarar hava sostatt styttri tíð og verri umstøður at arbeiða við trivnaðinum í flokkinum, trivnaðinum hjá einstaka næminginum og samstarvi við heimini.

 

Ein kann tí undrast á raðfestingina hjá skúlamyndugleikunum. At fyriskipa stór tiltøk, ið seta happing og trivnað á dagsskrá, meðan tíðin hjá lærarunum at arbeiða við trivnaði og happing í skúlanum er munandi skerd.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.