Tíðindi

Ókeypis sálarfrøðihjálpin átti eisini at fevnt um fólkaskúlanæmingar

Hví yvirhøvur seta aldursmark? Tað spyr Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum.

26.05.2021

Í vár er royndarskipan við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung í aldrinum 15 til 35 ár við angist og løttum til moderatum tunglyndi sett í verk í trý ár. Hetta er slóðbrótandi skipan, sum fer at gera mun, er landsstýrismaðurin við skúlamálum sannførdur um, men stóð tað til hansara, átti einki aldursmark at verið á, hvør fær hesa hjálpina.

- Tá ið tveir leiðandi yvirlæknar á Psykiatriska deplinum mæla til, at einki aldursmark eigur at verða á, hvør eigur at fáa hetta tilboðið, so eigur tað at verða lurtað og tikið til eftirtektar. Í hoyringarskrivi í sambandi við viðgerðina av málinum í løgtinginum vísa yvirlæknarnir á, at trupulleikarnir hjá teimum, sum tørvar hesa hjálpina, byrja ikki, tá ið tey eru 15 ár; tá er tað, sum tey dragast við, vorðið ein trupulleiki. Hví yvirhøvur seta aldursmark? Tilboðið er ein royndarverkætlan, gaman í, men tað er ikki nóg gott at taka henda spurningin upp aftur um trý ár.

Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir borið fram, at sálarfrøðingar eiga at verða tættari knýttir at fólkaskúlanum, soleiðis at næmingar, sum hava trupulleikar, ið eru størri enn lærarar megna at hjálpa teimum við, fáa skjóta hjálp. Landsstýrismaðurin skilir væl hetta ynskið, og hann heldur, at tað kanska verður loysnin, um ókeypis sálarfrøðihjálpin ikki fer at umfata fólkaskúlanæmingar eisini.

- Fólkaskúlin hevur sálarfrøðingar knýttar at sær ígjøgnum Sernám; skipanin kundi verið bygd út við fleiri sálarfrøðingum, sum kundu havt fólkaskúlan undir sær burturav. Verður aldursmarkið til ókeypis hjálpina ikki tikið burtur, er fleiri sálarfrøðingar í fólkaskúlanum kanska loysnin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.