Tíðindi

Í minsta lagi 200 næmingar tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál

Tørvurin hjá hvørjum einstøkum næmingi, sum kemur til landið, er hugsandi ógvuliga samansettur, tí fleiri av hesum næmingunum hava ongan ella lítlan kunnleika til føroyskt og føroyska mentan. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

22.12.2021

Sambært Hagstovuni eru fleiri enn 107 tjóðskapir í Føroyum. Hvussu nógvir næmingar eru í fólkaskúlanum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, vita vit ikki nágreiniliga. Undirvísingarstýrið hevur bara talið á tímum, sum skúlarnir søkja um til bólkar av næmingum. Føroya Lærarafelag hevur gjørt eina meting av næmingatalinum; tey halda, at talið er í øllum førum 200 næmingar í øllum floksstigum og kring alt landið.

- Tørvurin hjá hvørjum einstøkum næmingi, sum kemur til landið, er sannlíkt ógvuliga samansettur, tí fleiri av hesum næmingunum hava ongan ella lítlan kunnleika til føroyskt og føroyska mentan. Avbjóðingin hjá fólkaskúlanum at geva hesum næmingum eitt gott og mennandi tilboð er tí nógv størri samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Bæði tí at tað eru fleiri næmingar, og tí at tørvurin hjá tí einstaka er størri nú enn áður.

Arbeiðsmarknaðinum í Føroyum vantar arbeiðsmegi, og landsstýrið hevur givið vinnuni lættari atgongd til arbeiðsmegi úr øllum heraðshornum. Vit kunnu tí ímynda okkum, at talið á næmingum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, veksur, og tørvurin hjá einstaka næminginum verður eisini størri, og tað má síggjast aftur í játtanini til fólkaskúlan, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Játtanin til fólkaskúlan eiga at vaksa, soleiðis at tað verður lagt upp fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál og annars øllum tí nýggja, sum er komið aftrat og sum fer at koma. Verður hon ikki størri, so mugu vit fáa at vita, hvørjar uppgávur ikki skulu rúmast í fólkaskúlanum meira, tí henda gongdin kann ikki halda á, at fólkaskúlin fær fleiri uppgávur, og ongir pengar fylgja við. Tað hongur ikki soleiðis saman, at myndugleikin bara kann koyra á lærarar um at renna skjótari; tað er fávitska at halda, at tað er ein loysn, tí at hvør næmingur krevur sína tín.

Les alla samrøðuna við Jacob Eli S. Olsen í Skúlablað nr 6, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.