Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

5. oktober er altjóða læraradagur; henda dagin verður ljós varpað á dygd í undirvísingini og tann týdningarmikla leiklutin, lærarar hava

05.10.2017

Tað er ST, ið hevur kosið 5. oktober at vera altjóða læraradagur. Tað er gjøgnum útbúgvingina, borgararnir í einum landi fáa, at vit leggja grundarsteinarnar undir tað samfelag, vit liva í. Hugsanin aftanfyri at hava ein dag, har lærarar og lærarayrkið eru í hásæti, er, at lærarar henda dagin verða heiðraðir og viðurkendir fyri arbeiði sítt og týdningin, teir hava fyri samfelagið.

Lurtið eftir innslagi í Góðan morgun Føroyar í útvarpinum í morgun, har Rannvá Gaard Fossáberg hevur samrøðu við Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, um hvønn týdning hesin dagurin hevur, og hvørjar avbjóðingar lærarayrkið hevur í dag.

http://kvf.fo/gmf?sid=72946

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.