Tíðindi

Ættleidd børn kunnu hava avbjóðingar í skúlanum

Summi ættleidd børn hava størri avbjóðingar at dragast við, tá ið tey fara í skúla, enn onnur børn hava, sigur Laila Olsen, heilsufrøðingur

15.11.2017

Laila Olsen, sum hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur í ellivu ár, hevur nomið sær serútbúgving í sambandi við ættleidd børn. Við at vera á skeiðum og við at fylgja við tí, ið hendir á granskingarøkinum, serliga í sambandi við sálarfrøðina, kann hon veita skúlum og dagstovnum holla ráðgeving um ættleidd børn. Hon er sjálv mamma at tveimum ættleiddum børnum.

- Eg haldi, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu skúlar taka ímóti ættleiddum børnum. Tað vanliga hevur vist verið, at ættleidd børn eru komin í skúla eins og øll onnur børn. Tey eru sum onnur børn, hava vinir, eru við í ymiskum frítíðarvirksemi uttan fyri skúlan, men nøkur bera kortini ymiskt úr síni fortíð við sær inn í sínar nýggju umstøður, sum kann gera, at tey fáa ávísar trupulleikar. Sernámsfrøðiliga mega vit helst ásanna, at summi ættleidd børn hava størri avbjóðingar at dragast við, tá ið tey fara í skúla, enn onnur børn hava. Vit eiga at hava í huga, at ein torfør lívsbyrjan hjá hesum børnum setir djúp spor í lív teirra, og tey sporini fylgja teimum á lívsleiðini, sigur Laila.

Tíbetur hevur nýggj gransking gjørt, at vit vita munandi meir um støðuna hjá ættleiddum børnum í dag, enn vit fyrr hava gjørt, vísir Laila Olsen á. 

- Tað hevur verið so, at foreldur, skúli og serkøn fólk annars hava hildið seg gjørt sítt besta í samsvari við ta vitan, sum nú einaferð hevur verið tøk. Tí er sera týdningarmikið, at eitt nú lærarar vita um støðuna hjá ættleiddum børnum, tá ið tey koma í skúla. Skúlabyrjanin er jú aftur ein avbjóðandi og nýggj støða hjá einum ættleiddum barni, og henda lívsbroyting kann endurskapa ótta hjá barninum.

Sálarfrøðin hevur staðfest, at okkara fyrsta tíð í lívinum ávirkar, hvussu vit mennast.

- Tað, sum vit uppliva, setir seg í nervalag okkara og myndar, hvussu vit verða. Nógv ættleidd børn hava mist síni foreldur heilt tíðliga, summi longu við føðingina, onnur eru funnin, og tað einasta, tú veitst um tey, er, at tey ongan góðan hava havt. Tey eru komin á barnaheim ella eru vorðin send í familjurøkt. So sigast má, at umstøðurnar tey fyrstu árini í lívinum kunnu hava verið rættiliga ymiskar, og tí eru børnini ymisk. Vit vita eitt nú, at tey børnini, ið hava verið í góðari familjurøkt ta fyrstu tíðina, hava eitt gott grundarlag at byggja á. Teimum hevur verið sýndur kærleiki og nærvera.

Lesið alla greinina í Skúlablað nr 5, 2017


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.