Tíðindi

Ætlanin at leggja smærri skúlar undir størri skúla ikki nóg greið

Foreldrafelagið Heim & skúli sær bæði fyrimunir og vansar við at leggja smærri skúlar undir ein størri.

15.02.2019

Uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini hevur verið til hoyringar hjá ymsum pørtum, m.ø. Foreldrafelagnum Heimi & skúla. Hóast sagt hevur verið, at uppskotið ikki leggur upp til kollveltandi broytingar, so er talan kortini um rættiliga stórar broytingar. Tær leggja upp til nýggjar ásetingar um minsta næmingatal til 10. flokk og skipan av 10. floks eindum, at minka um undirvísingartímatalið á øllum floksstigum, at skúlasamstørv verða skipað millum kommunur, at smærri skúlar verða lagdir undir størri skúla og at víðka ásetingarnar um royndar- og granskingarverkætlanir.

Í sambandi við uppskotið at leggja smærri skúlar undir størri skúla kann tað verða ein fyrimunur fyri teir smærri skúlarnar viðvíkjandi játtaðum tímum og breiðari úrvali av lærarum og lærugreinum, heldur Foreldrafelagið Heim & skúli. Men tað eru eisini vansar knýttir at samanleggingum, serliga við atliti at framtíðar grundarlagnum fyri lítla skúlanum og foreldraumboðanini í nærumhvørvinum, vísir felagið á.

- Í lógaruppskotinum stendur bara, at tann niðurlagdi skúlin heldur fram sum "undirvísingarstað", men tað stendur ikki nágreinað, hvat hetta merkir. Hetta gevur onga trygd fyri framhaldandi skúla í økjunum, tá henda orðing kann meina við eina avmarkaða skúlagongd, t.d. bara innskúling. Hereftir er nevnt ein ætlan um, at eitt foreldraumboð fyri hvørt undirvísingarstað skal vera í skúlastýrinum; tað er ikki serliga realistiskt, um fleiri enn eitt undirvísingarstað verða løgd undir hendan størra skúlan. Um foreldur trygt skula góðtaka slíkar samanleggingar, má tað standa í broytingaruppskotinum, at skúlagongdin heldur fram óbroytt á undirvísingarstaðnum, og broytingar kunnu einans fremjast, um greiður meiriluti er fyri hesum millum foreldrini í nærumhvørvinum, heldur felagið.

Løgtingslógaruppskotið er úrslit av tvørpolitiskum arbeiði og aðalorðaskifti í løgtinginum seinasta heyst, har ymisk øki í fólkaskúlaskipanini eru viðgjørd. Í hesum arbeiði eru samanberingar gjørdar millum fólkaskúlaskipanirnar í Norðurlondum.

Á myndini er nevndin í Heimi & skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.