Tíðindi

Átrokandi at eftimeta læraraútbúgvingina

- Vit eiga alla tíðina at spyrja okkum sjálv, hvat tað er fyri skúla, vit vilja hava, og hvat vit skulu vænta av teimum, sum arbeiða í skúlanum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

19.10.2020

Í samgonguskjalinum stendur, at læraraútbúgvingin skal eftirmetast. Ein eftirmeting er neyðug, so vit fáa komið nærri einum leisti at mynda læraraútbúgvingina í framtíðini, heldur formaður Føroya Lærarafelags, sum vónar, at øll, sum varða av útbúgvingini, tað er politiska skipanin, Fróðskaparsetrið, Námsvísindadeildin, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Lærarafelagið og lærarar tora at fara undir eitt kjak um, hvørja leið vit eiga at fara.

- Vit mugu øll í felag sakliga viðgera spurningin um, hvat læraraútbúgvingin eigur at fata um, og hvussu hon eigur at verða skipað. Hetta er eitt grundleggjandi kjak, sum vit ikki hava havt í nýggjari tíð, heldur ikki, tá ið útbúgvingin var umskipað í 2008. Lærarafelagið kann bara minna á týdningin av, at stig verða tikin til eitt slíkt kjak; ábyrgdina at taka stigið eigur politiski myndugleikin á økinum, tað vil siga landsstýrisfólkið á økinum. Eftir okkara hugsan er ikki skilagott at hava aðalorðaskifti í tinginum um hetta, tí tað kemur ov lítið burturúr; heldur hinvegin eigur viðgerðin at fara fram í breiðari høpi. Kaga vit til Noregs, so hava norðmenn sett 5 ár at endavenda fólkaskúlan og harvið læraraútbúgvingina, lógarkarmar, námsætlanir og annað í hesum sambandi; hetta hava teir gjørt í dúgligum kjakum og viðgerðum á ymsum stigi í øllum samfelagnum. Burturúr er komið ein nýggj ætlan fyri fólkaskúlan, endurskoðan av lærugreinum og lærugreinabýtinum, soleiðis at tær eru samsvarandi floksstigunum og nýggjar námsætlanir, sum eru farnar frá so mongum fakligum førleikamálum til djúphugsni í evnum og arbeiðshættum. Í samsvari við broytingarnar í fólkaskúlanum er læraraútbúgvingin eisini umskipað.

Eftirmetingin av læraraútbúgvingini eigur at taka allar liðir við, heldur Lærarafelagið. Frá upptøkutreytum at koma inn á læraraútbúgvingina, til innihald og førleikar hjá lærarum.

- Lærarayrkið er alla tíðina í broyting, og tí er umráðandi jamt og samt at kjakast um tað. Nú útbúgvingin fer at verða eftirmett, eiga vit at spyrja, hvat lærarayrkið er, hvørjar førleikar vit hava í mun til ta uppgávu, vit skulu loysa, hvørji krøv vit kunnu seta og so framvegis.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at skulu vit finna ein hóskandi bygnað til nýggja læraraútbúgving, sum røkkur langt inn í framtíðina, eiga vit eisini at hyggja nærri at, hvat riggaði væl í gomlu útbúgvingini, og hvat er gott við útbúgvingini, soleiðis sum hon er nú.

- Nógv var gott við gomlu skipanini, og nógv er gott við teirri nýggju, men soleiðis sum útbúgvingin er háttað í dag, eru tað ov nógv viðurskifti, ið ikki eru nøktandi. Grundleggjandi leisturin er ikki tann rætti, tí síðan útbúgvingin var løgd undir Fróðskaparsetrið fyri 12 árum síðan, hevur hon ikki veruliga funnið stevið. At loysa avbjóðingarnar sum eru við at lýsa innihaldið í útbúgvingini í eini yvirskipaðari kunngerð, sum ætlanir eru um, ger ilt verri. Tað er læraraútbúgvingin ov týdningarmikil til. Vit eiga eisini at tora at taka í spurningin upp, um vit skulu lyfta okkara útbúgving upp á hægri akademiskt stig og fara undir MA-lestur. Hetta eigur at vera partur av eftirmetingini.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at antin eigur læraraútbúgvingin at vera heimilað í eini lóg fyri seg ella í egnari kunngerð.

- Tað er á ongan hátt ráðiligt eftir okkara tykki, at innihaldið í útbúgvingini verður stýrt av Fróðskaparsetrinum einsamalt; tað má vera í serstakari kunngerð ella serstakari lóg, sum Setrið síðan skal halda seg til, um tey skulu varða av útbúgvingini. Tað eru so stórir og týdningarmiklir spurningar, ið skulu havast í huga, tá ið talan er um læraraútbúgvingina. Eitt er at læra næmingarnar grundleggjandi lærugreinirnar og at fáa tey at trívast, at bera seg rætt at og virða felagsskapin, men uppgávan at búgva næmingarnar at vera tilvitaðir samfelagsborgarar, sum duga at seta spurningar, skal eisini røkjast og hesa uppgávuna eigur fólkaskúlin eisini. Hvussu skal hetta síggjast aftur í eini læraraútbúgving? Hetta eru so stórir spurningar, at vit kunnu ikki leggja ábyrgdina til eitt stýri og ein rektara at gera av. Hvussu neyvt lýsandi kunngerðin ella lógin um læraraútbúgvingina skal vera, kunnu vit altíð kjakast um.

Les samrøðu við Jacob Eli S. Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.