Tíðindi

Álitisfólkini sera týdningarmikil fyri felagið

Álitisfólkini eru bindiliðið millum skúla og felagið, umframt at tey eru tað fólkið, ið lærarin kann venda sær til, um okkurt er, ið tey ivast í. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

19.06.2019

Hósdagin 13. juni skipaði Lærarafelagið fyri álitisfólkadegi. Felagið eigur tveir dagar saman við álitifólkunum. Vit plaga at skipa hesar dagar á tveir ymiskar mátar, ið eru tveir stakir dagar, ein um várið og ein um heystið, ella hava vit tveir samanhangandi dagar við vistarhaldi. Hesaferð var tað ein dagur. Tað er altíð nógv, ið nevndin ynskir at tosa við álitisfólkini um, men stundir eru ikki til tess, so tí má veljast. Hesaferð varð dentur lagdur á hesi trý viðurskifti: Harðskapur móti lærarum, teir fimm arbeiðsdagarnar eftir síðsta skúladag og sáttmálasamráðingar.

Hesar seinastu dagarnar hevur sjóneykan serliga verið sett á harðskap móti lærarum. Formaðurin hevur skrivað eina grein um hetta, umframt at hann hevur verið endurgivin og havt samrøðu í KVF.

Tað er av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta, men hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki. Tíðin er komin, har vit eru noydd at hugsa okkum um og skráseta hesar tilburðir, so vit vita, heldur enn gita.

Sáttmálasamráðingar eru í heyst, tá er týdningarmikið, at nevndin veit, hvat lærarar halda er týdningarmikið at fara eftir. Semja er sjálvandi ikki millum allar lærarar, hvat er týdningarmikið, men álitisfólkini, ið eru kring alt landið, kunnu boða felagnum frá, hvat er á breddanum í teirra øki.

Kunnað varð eisini um teir fimm arbeiðsdagarnar, ið síggja dagsins ljós fyri fyrstu ferð í juli 2020. Tað hevur verið skrivað um teir her á heimasíðuni, men tað er týdningarmikið, at álitisfólkini vita, hvat teir kunnu brúkast til og ikki. Soleiðis, at tey er klár at svara teimum spurningum, ið møguliga koma.

Álitisfólkini eru sera týdningarmikil fyri felagið, tey eru bindiliðið millum skúla og felagið, umframt at tey eru tað fólkið, ið lærarin kann venda sær til, um okkurt er, ið tey ivast í. Her skal tó gerast púra greitt, at tað er ikki soleiðis, at tað áliggur álitisfólkinum at tryggja, at allir lærarar, ið tey varða av, eru kunnaðir um alt. Lærarar hava ábyrgdina av at fylgja við, hvat hendir og halda seg dagførdar. Álitisfólk eru ikki á hvørjum skúla, men í hvørjum øki, tí kann tað til tíðir vera torført at fáa eitt skjótt prát við til álitisfólkið, tí man møtist ikki dagliga. Tað er tó møguligt at fáa ein fund í lag, ella at ringja, um okkur er, ið man vil umrøða.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.