Tíðindi

Áhugafelag fyri lærarar í føroyskum stovnast

Bjóðað verður til stovnandi aðalfund fyri felag fyri lærarar í føroyskum.

27.10.2019

Ætlanin er at stovna eitt áhugafelag fyri lærarar í móðurmálinum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Felagið skal gagna frálæruni í føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Hugsanin er, at felagið skal elva til samstarv millum lærarar í føroyskum, skal skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum og harumframt at hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum.

- Vit halda, at tørvur er á einum áhugafelag fyri lærarum í føroyskum, einum felag, sum ikki er bundið av tungum reglugerðum. Hugsanin er at vit skipa fyri tiltøkum, fakligum kjaki og taka evni fram, sum hava áhuga hjá okkum, umframt at vit leggja upp til størri samstarv við hini feløgini av sama slagi í Norðurlondum, siga Henrietta A. Jacobsen og Katrin Næs.

Á fundinum fer Oddfríður Marni Rasmussen, lærari og høvundur, at siga frá nýggju skaldsøguni, Ikki fyrr enn tá.

Fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali mikukvøldið 30. oktober kl. 19.

Á skránni verður harumframt val av viðtøkum fyri felagið og val av nevnd.

Stigtakararnir eru Katrin Næs, Henrietta A. Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð

Móðurmálslærarafelagið, sum var stovnað í 1981, hevur verið óvirkið leingi.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.