Tíðindi

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Lærarar eru í minni vanda fyri sexismu og óynsktum kynsligum uppmerksemi, tá ið leiðslan í skúlanum ger púra greitt, at slíkt ikki verður góðtikið á arbeiðsplássinum

09.04.2021

Vandin fyri, at onkur fremur kynsligan ágang ímóti tær ella fyri eini sexistiskari mentan fer niður í helvt, um skúlin týðiliga og greitt meldar út, at sexisma og óynskt kynsligt uppmerksemi ikki er góðtikið á arbeiðsplássinum. Tað vísir ein kanning, sum lærarafelagið í Danmark, Frie Skolers Lærerforening, hevur gjørt millum lærarar á privatum og frískúlum í Danmark.

Felagið spurdi fyrst í november í fjør limirnar, um teir tey seinastu tvey árini hava upplivað nakað sexistiskt í skúlanum, og um tey sjálv hava verið fyri sexistiskum ágangi á arbeiðsplássinum. Limirnir vóru samstundis spurdir, um leiðslan í skúlanum greitt hevur meldað út, at slík atferð ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum. Verða dáturnar settar saman, kemur eitt greitt mynstur undan kavi, og tað er, at um skúlin týðiliga og greitt meldar út, at sexisma og óynskt kynsligt uppmerksemi ikki verður góðtikið á arbeiðsplássinum, fer vandin fyri, at hetta hendir niður í helvt.

Tølini tosa fyri seg

Frie Skolers Lærerforening setti limunum nakrar spurningar um sexistiska mentan og kynsligan ágang á privatskúlum, og øll svarini vísa á sama mynstur: Um skúlin týðiliga og greitt talar at atferð, sum ikki verður góðtikin, minkar vandin niður í helvt fyri, at lærarar eru fyri kynsligum ágangi ella vanærandi, sexistiskari mentan.

• 2,3 prosent av at lærarunum í skúlum, sum greitt gera vart við, at kynsligur ágangur ikki verður góðtikin, hava verið fyri óynskum kynsligum uppmerksemi frá starvsfelagum ella leiðslupersónum. Samsvarandi talið í skúlum, sum ikki tala eins týðiliga at, er 4,3 prosent. 

• 2,1 prosent av lærarunum í skúlum, sum greitt tala at atferð, sum ikki verður góðtikin, hava fingið vanærandi viðmerkingar um útsjónd. Samsvarandi talið í skúlum, sum ikki tala eins týðiliga at, er 5,6 prosent. 

• 10,21 prosent av lærarunum í skúlum, sum greitt tala at atferð, sum ikki verður góðtikin, hava fingið viðmerkingar ella søgur, sum bera brá av at hava kynsligan undirtóna. 21,25 prosent av lærarunum í skúlum, sum ikki hava ein greiðan politikk um hetta, hava upplivað eina tilsvarandi sexistiska mentan.

Starvsfólkapolitikkurin virkar

Formaðurin í danska lærarafelagnum, sum hevur gjørt kanningina, Uffe Rostrup, heldur, at samanhangurin er týdningarmikil og uppbyggjandi:

“Samanhangurin undirstrikar, hvussu umráðandi tað er, at skúlar orða starvsfólkapolitikk um viðurskifti sum hesi, tí politikkurin virkar. Tað síggja vit.”

Um kanningina

• Frie Skolers Lærerforening sendi 9300 limum spurnablað. 2600 limir svaraðu.

• Spurnablaðið kannar, um limirnir hava verið fyri sexismu á arbeiðsplássinum, og um teir hava verið fyri ágangi.

• Í spurnablaðnum vóru lærarar spurdir, um skúlarnir, har teir arbeiða, týðiliga og greitt hava meldað út, at kynsligur ágangur ikki verður góðtikin.

• Les meiri um kanningina her: (https://issuu.com/fslforeningen/docs/fs16112020).


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.