Bloggur

Vón og vónloysi – tryggleiki og ótryggleiki

Guri Tórsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn, bloggar

06.06.2017

So er tíðin aftur her! Tíðin at søkja starv, og so er spurningurin: er eydnan við mær? Skal ótryggleikin gerast tryggleiki, ella verður vónin avloyst av vónloysi? Verður tað soleiðis, at skúlastjórin ringir og sigur; takk fyri áhuga, umsókn og starvsprát, men tíverri, vit hava valt at seta ein annan umsøkjara. Ikki tí, tú hevur góðar førleikar, alt er so og so gott, men ...

Onkur lærdi meg tíðliga, at orðið ”men” skuldi nýtast við skili. Tað er hatta við, at tað, sum verður sagt ella skrivað áðrenn ”men”, verður viskað burtur, tí vit lesa og hoyra bert tað, sum kemur aftan á orðið ”men”...

Áftaná eitt hendingaríkt, læruríkt og til tíðir rokaligt skúlaár sum fastur vikarur, kann eg bara staðfesta, at mær dámar sera væl lærarayrkið, MEEEN sum tað er keðiligt, at tað skal vera merkt av so nógvum ótryggleika, sum tað nú er.

”Eg veit ikki ordiliga, hvar eg flóti akkurát nú! Eg eri so nýggj.”

”Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal siga til setanarsamrøðuna, annað enn at endurtaka meg 6. árið á rað.”

”Eg havi bara hug at byrja í einum heilt nýggjum starvi.”

”Eg havi eisini eina aðra útbúgving, so eg umhugsi veruliga at sleppa hesum og finna mær okkurt tryggari.”

Fýra útsøgnir frá fýra dugnaligum, evnaríkum og gevandi lærarum – allar útsagnir frá veruleikanum hesa seinastu tíðina, og allar hava tað í felag, at talan er um lærarar, ið ikki hava trygt starv. Og vit eru nógv. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, vísir í grein frá 22. mai her á heimasíðuni á, at ein stórur partur av limum felagsins verða noyddir at søkja starv ár eftir ár. EIN STÓRUR PARTUR! Ein sera viðkomandi og áhugaverdur problematikkur, sum í mínari verð gott kann verða viðgjørdur og umrøddur nógv meira – sjálvandi við tí fyri eyga at finna eina góða loysn. Og eg taki undir við henni í, at leiðslur og fakfelag í felag áttu at funnið eina betri loysn.

Nú um dagarnar varð eitt áhugafelag stovnað, sum hevur til endamáls at gera tað meira liviligt at finna bústað í Føroyum. Heitt var á politikarar um at gera eina bústaðarætlan – á kommunur um at taka ábyrgd. Kundi ein loysn verið at gjørt júst tað sama? Hví ikki bara siga; hetta tíma vit ikki meira. Ikki tað, eg havi spurt meg fyri her og har, hví so lítið verður gjørt ella rópt, og svarið er sjálvandi; tað er tryggast at tiga. Um tú brokkar teg ov nógv, vil ongin hava teg. Øhhh, er tað hatta, vit skulu læra børn okkara; at tiga? Eg spyrji bara.

Summarfrítíðin er í nánd, so nú verður lærarayrkið skift út við eitt summarstarv, men vónandi bara til eitt nýtt skúlaár byrjar ;)

Góða summarfrítíð!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.