Tíðindi

Vísindaliga prógvað, at summar bøkur kunnu broyta lív títt

Fagrar bókmentir kunnu broyta myndina, tú hevur av tær sjálvum, og hvussu tú skilir bæði teg sjálvan og onnur.

07.05.2021

Hevur tú nakrantíð upplivað, at tú fært eina nýggja mynd av einum, tú kennir, tá ið tú lesur eina bók? Ella at tú sært okkurt, tú hevur verið fyri, í nýggjum ljósi?

Sama um tú hevur upplivað hetta ella ikki, er møguleikin í øllum førum til staðar.

– Vit hava empirisk prógv fyri uppáhaldinum um, at tað at lesa bókmentir kann broyta lív títt, sigur Olivia Da Costa Fialho.

Fialho er doktari í empiriskum bókmentakanningum við Universitetið í Oslo. Hon granskar í bókmentum og lesiupplivingum, og hon vil hava fakta á borðið, tá ið talan er um, hvat bókmentir kunnu hava at siga fyri lesaran.

Tí hevur hon savnað prógv fyri, at fagrar bókmentir kunnu broyta myndina av, hvussu tú fatar teg sjálvan og onnur.

Broyta hugsan um teg sjálvan og onnur

Síðan heimspekingarnar Aristoteles og Platon hava mong víst á, at list kann ávirka kenslur.

– Í verkinum hjá Platon Republikken vórðu skøld burturvíst úr ideela býnum. Ótti var fyri valdinum, sum skøldini vóru hildin at hava at ávirka hugburð og kenslur hjá einum stórum tali á áskoðarum, sigur Fialho.

Aristoteles skrivar í Poetikken um, hvussu ein sorgarleikur kann vekja kenslur av ótta og samkenslu í áskoðarunum, og síðan reinsan – katarsis.

– Evnini hjá bókmentum at broyta hava verið viðgjørd í fleiri túsund ár.

Fialho og starvsfelagar hennara hava nú í hyggju at prógva, at óttin hjá Platon var grundaður.

– Í dag kann eg siga, at bókmentir kunnu broyta lív, og fyrst og fremst myndina av, hvussu tú skilir teg sjálva. Vit taka undir við katarsisfrymlinum hjá Aristoteles, sum ein av mongum, sum vísa, at bókmentir kunnu føra til ymisk sløg av broytingum, sigur hon.

Granska kenslur eins og lívfrøðingar granska skjaldbøkur

Í staðin fyri at kava niður í ymisk brigdi í tekstinum, eins og nógvir bókmentagranskarar gera, er Fialho meiri áhugaður í upplivingini hjá lesaranum. Fyri at kunna eyðmerkja fleiri broytingar, sum bókmentir hava elvt til, hevur hon ment eitt granskingarháttalag, sum hon nevnir LEX-NAP. Hetta háttalagið fevnir um málfrøði, kvalitativar fyribrigdarfrøðiligar arbeiðshættir og kvantitativar arbeiðshættir.

Hon biður tey, sum taka lut í granskingini, lesa ávísar stuttsøgur ella stuttar tekstir, og so ger hon samrøðu við tey aftaná um tað, tey hava fingið burturúr. Síðan kodar hon royndirnar, sum luttakararnir nevna, inn í eina skipan.

– Hetta minnir um arbeiðið hjá einum lívfrøðingi. Kannar tú skjaldbøkur, bólkar tú tey ymisku sløgini av skaldbøkum fyri at eyðmerkja tær rætt og fyri seg. Í granskingini, sum eg eri í holt við, eyðmerki eg ymisku transformativu upplivingarnar, sum luttakararnir hava, sigur Fialho.

Bøkur, sum kunnu elva til broyting

Fialho hevur biðið tey, hann tosar við, nevna eina skaldsøgu, sum hevur broytt tey. Í nógv ár hevur hon sett transformativar bøkur á ein lista, bæði klassikarar og nýggjar.

Summar av bókunum – allar eru ikki á føroyskum:

Albert Camus – «Fremmandamaðurin»
Leo Tolstoj – «Anna Karenina»
Alison Bechdel: «Husfred – En tragikomisk familiehistorie» (á enskum: «Fun Home»)
Margaret Atwood – «Tjenerinnens beretning»
Anne Carson – «Rød selvbiografi»
Mark Haddon – «Gátuføra málið um hundin í náttini»
Marcel Proust – «På sporet av den tapte tid»
John Steinbeck – «Vredens druer»
Ivan Turgenev – «Fedrar og syner»
Mario Vargas Llosa – «Samtale i katedralen»

– Hetta eru stórtsæð bøkur, sum verða mettar at verða góðar bókmentir, sigur Fialho.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.