Tíðindi

Vánalig teknseting, fábroytt talumál

Í greiningini hjá Lydiu Didriksen av skriviførleikanum hjá næmingum í endanum av 9. flokki sæst greiður samanhangur ímillum málførleikan og førleikan at byggja og skipa setningar.

01.12.2021

Í øðrum parti av vísindaligu greiningini, Skriviførleikin undir luppinum, sum Lydia Didriksen hevur gjørt, verður førleikin hjá næmingum at byggja setningar greinaður og lýstur. Hetta kann geva ábendingar um, um einstaki næmingurin nýtir talumálskent mál í síni skriving (parataktiska setningsbygging, ið er eyðkend av javnskipaðum setningum) ella hevur skriftmál at stuðla seg til í síni skriving (hypotaktiska setningsbygging, ið er eyðkend av høvuðssetningi og undirskipaðum eykasetningum); hesi bæði eyðkennini mynda spennið ímillum útmørkini í einum málkontinuum, ið eyðkennir málførleikan í stílunum.

Kanningin av teknsetingini í stílunum fevnir um, hvussu næmingurin megnaði at byggja og skipa setningar. Greinað verður, um hann skipaði orðini í heilsetningar innan punktum, og um hann lutaði heilsetningar sundur í høvuðs- og eykasetningar. Somuleiðis verður greinað, um næmingurin brúkti sambindingarorð at binda setningar saman við.

Í fyrsta umfari verður kannað, um næmingurin yvirskipað kennir reglurnar fyri teknseting sum heild. Tað merkir, at kannað verður, um hann ella hon dugir at avmarka setningarnar við at seta punktum og komma á rætt stað. Gingið verður út frá “klassiskum grammatiskum” komma. Somuleiðis verður kannað, um tað sæst í teknsetingini, at hann/hon hevur kunnleika um, hvussu tað skal gerast.

64,2% av teimum, ið ikki kenna reglurnar fyri teknseting, hava eitt fábroytt talumál. Teirra málburður er eyðkendur av, at “orðfeingið er merkt av talumáli/er fábroytt/skeivar orðingar og bendingar eru í tekstinum/eins og óskiljandi eindir”. Hinvegin hava 45,9% av teimum, ið kenna summar reglur fyri teknseting, rímiliga góðan málburð. Teirra málburður er eyðkendur av, at tey “skriva rætt og greitt, tó kann onkur skeiv orðing, onkur óneyv orðing og/ella onkur skeiv bending koma fyri í tekstinum”.

Í hesum sæst greiður samanhangur ímillum málførleikan og førleikan at byggja og skipa setningar. Teir næmingarnir, ið hava eitt skriftmál at styðja seg til, hava greiðan fyrimun í skrivligu framsetingini. Trúligt er, at tey eru vandir lesarar, ið regluliga hava skriftmálið fyri eygunum, og tískil megna at skriva rætt og greitt og at skapa tekst við væl skipaðum setningum.

Kanningin av skriviførleikanum hjá næmingum í endanum av 9. flokki byggir á 95 av teimum 653 próvtøkustílunum, ið vórðu skrivaðir kring landið í mai í 2017. Stílarnir eru greinaðir í smálutir. Greinað eru uppgávusvarini, førleikin at byggja setningar, mál- og fallnýtsla, serlig fyribrigdi viðvíkjandi orðaflokkum, kongruensur, stavseting og ávirkan úr øðrum málum.

Í 1. parti, ið var í Skúlablað nr. 4 frá august í ár, varð m.a. kannað, hvørji evni næmingarnir valdu, í hvønn mun uppgávurorðingin varð svarað, og hvørji málslig eyðkenni sóust í stílunum. Somuleiðis var granskingarætlanin og endamálið við kanningini lýst í hesi fyrstu greinini.

Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari og skúlabókavørður, hevur B.A. og M.A. í føroyskum, og seinastu árini hevur hon verið námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini

Les alla greiningina í Skúlablað nr 5, 2021, sum kom í oktober

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.