Tíðindi

Vitanarráðstevna um børn og ung

Í sambandi við barnaverkætlanina 2023-2026 verður vitanarráðstevna um børn og ung í Norðurlandahúsinum mánadagin 13. november frá klokkan 8.30 til 16.00

10.11.2023

Kennir tú til forðingar, ið kunnu vera millum ymsu skipanirnar, ið forða fyri, at tænastur til børn og ung verða betri sameindar og samskipaðar?

Hetta fara vit at seta orð á hesi ráðstevnu, har øll virkisøkini innan barna- og ungdómsøkið verða boðin at luttaka. Ráðstevnan tekur støði í lýsingum av tvørgangandi avbjóðingum og uppskot til loysnir, ið eru lýst í álitum, frágreiðingum og heildarætlanum, sum skrivað eru seinastu árini.

Á ráðstevnuni fært tú innlit í aktuell føroysk og útlendsk átøk, sum hava við sær tvørgangandi loysnir og íblástur frá føroyskum og altjóða fyrilestrahaldarum.

Vit fara at arbeiða við øllum neyðugum upplýsingum, fyri at menna skynsamar tvørgangandi loysnir, ið kunnu sameina tær tænastur og veitingar, ið verða veittar børnum og ungum

Vit arbeiða virkið og kjakast, og øll fáa møguleika at koma til orðanna í arbeiðsbólkum. Og tú fært veruligan møguleika at geva títt íkast til, hvussu vit í felag kunnu bøta og menna kor og karmar hjá børnum og ungum í Føroyum.

Vit fara at arbeiða við øllum neyðugum upplýsingum, fyri at menna skynsamar tvørgangandi loysnir, ið kunnu sameina tær tænastur og veitingar, ið verða veittar børnum og ungum.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.